04.10.2017 - Av: fp

Tað er ikki altíð lætt at siga frá, um okkurt ringt er hent.

Almannamálaráðið hevur latið gera ein faldara, sum kann nýtast fyri at gera tað lættari at siga frá. Faldarin kann nýtast, tá illgruni er um harðskap.

 

Tað kann vera ringt at siga frá, um ein hevur verið fyri harðskapi. Tað kann eisini vera, at vit ikki skilja ella vita, at tað, sum er hent, er ólógligt.

 

Eingin hevur rætt til at fremja harðskap. Hvørki likamligan, sálarligan, kynsligan, fíggjarligan ella materiellan harðskap. Fólk, ið bera brek, skulu vera viðfarin við virðing og tey hava rætt til ta hjálp og tann stuðul, teimum tørvar.

 

Onkuntíð hava fólk tørv á 'amboðum', sum í hesum faldaranum, til at fáa greiðu á støðuni. Við myndum og einføldum spurningum ber til at fáa skil á, hvat ið veruliga er hent. Fyri tey, sum hava trupult við at siga frá, kann 'Hvat hendi?' faldarin hjálpa til at fáa skil á spurningum og svarum.

 

Faldaran hevur Karin Torgny hjá Utvecklingscentrum Dubbelt Utsatt gjørt, og hann er týddur til føroyskt. Meira upplýsingar um faldaran eru á heimasíðuni www.torgnytext.se. Heinta faldaran við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

 

- Heinta faldaran 'Hvat hendi?'

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.