09.11.2017 - Av: fp
Jana úr Kvívík vann telefonina og urið
Seinnapartin í dag varð drigið um flottu Iphone8 fartelefonina og Apple3 urið frá Elding millum tey, ið hava selt Javnakalendarar í ár. Hilda Poulsen var so beinasom at hjálpa okkum at draga. Hepni vinnarin gjørdist 14-ára gamla Jana Jacobsen úr Kvívík. Jana hevur selt kalendarar í Kvívík, Leynum, og á Stykkinum.
Vit ynskja Janu hjartaliga tillukku við vinninginum, og takka henni og øllum tykkum, sum hava hjálpt okkum at selja kalendarar.