01.12.2017 - Av: fp

Frítíðarheimið í Skrivaragøtu 40 ár í dag

1. desember 1977 lat Frítíðarheimið í Skrivaragøtu í Havn dyrnar upp fyri fyrstu ferð. Hetta var í kjalarvørrinum av, at børn við menningartarni nú ikki longur blivu send til Danmarkar, men sloppu at búgva í egnum landi.

 

Langt var ímillum stuðulsskipaninar, og tí var stórur tørvur á einum tilboðið, har heimabúgvandi fólk við menningartarni kundu koma í “umlætting” – eitt orð, ið ikki var at finna í orðabókini áðrenn arbeiðið við at stovna Frítíðarheimið byrjaði. 

 

Hóast tíðirnar eru broyttar, so eigur Frítíðarheimið so avgjørt ein líka týdningarmiklan leiklut í dag, sum fyri 40 árum síðan. At foreldur kunnu lata síni kæru verða á Frítíðarheiminum í nakrar tímar, dagar ella vikur, har tey verða ansaði undir góðum og tryggum umstøðum av dugnaligum starvsfólkum, er gull vert. Tað man næstan eiga lívið í nógvum familjum, at tey hava hendan møguleika.

 

Javna vil ynskja Frítíðarheiminum í Skrivaragøtu hjartaliga tillukku á 40 ára degnum, og vil nýta høvið at takka starvsfólkunum, sum har hava starvast gjøgnum árini, fyri teirra góða arbeiði.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.