14.12.2017 - Av: fp

Verkfallið setur okkara limir í vanda

 

Nú Pedagogfelagið hevur boðað frá, at tey frá leygardegnum fara at herða verkfallið til eisini at umfata stovnar hjá Almannaverkinum, hava vit í dag staðiliga heitt á Pedagogfelagið um at skipa soleiðis fyri, at fólk við menningartarni og fjølbreki verða rakt sum minst. Hesi fólkini hava als onga ávirkan á samfelagsgongdina og tað fær neyvan nakra jaliga ávirkan á samráðingarúrslitið, um tey verða hart rakt av verkfallinum. Hinvegin kann ótryggleikin, sum uppstendur í kjalarvørrinum av verkfallinum, skapa órógv og mistrivnað, sum kann taka sera langa tíð at rætta upp aftur. Pedagogiskt kann tað neyvan forsvarast.  

 

Tey fólk við menningartarni, sum búgva í sambýli, eru sera bundin av tí tænastu, sum verður veitt teimum. Hjá nøkrum teirra er tænastan beinleiðis lívsneyðug. Fáa tey ikki neyðugu tænastuna er púra óforsvarligt hjá teimum at vera heima – men hvar skulu tey fara? Vit frætta longu nú frá onkrum avvarandi, at tey eru biðin um at taka teirra vaksna barn ella systkin heim til sín, ímeðan verkfallið stendur við. Sjálvandi vilja tey avvarandi sínum alt tað besta, og vilja eftir førimuni gera hvat tey kunnu, men hetta er als ikki í lagið! Eingin eigur at noyðast at flyta út úr sínum heimi, og als ikki fólk, ið ikki skilja orsøkina til tess! Eitt annað er, at fleiri av hesum fólkunum ikki hava nakað annað heim at fara til! Skulu tey bara passað seg sjálvan, um tað skuldið komið so vítt, at eingi starvsfólk verða um tey?

  

Javni vil staðiliga heita á Pedagogfelagið um at taka atlit til hesi viðurskifti, og geva teimum starvsfólkum, ið starvast á sambýlum og búfelagsskapum, undantak frá verkfallinum, verður ikki semja funnin áðrenn leygardagin.

 

Javni hevur fult forstáilsi fyri støðuni, men kemur hetta so vítt at tað setur okkara limir í vanda, kann tað gera stóran skaða.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.