15.12.2017 - Av: fp

Farið aftur til samráðingarborið!

Ósemjan á arbeiðsmarknaðinum gongur út yvir okkara limir í ein slíkan mun, at tað skjótt kann gerðast óforsvarligt!

 

Uttan mun til, hvat úrskurðurin hjá Fasta Gerðarættinum verður, so vilja vit staðiliga at heita á partarnar báar um at fara aftur til samráðingarborið sum skjótast, og fáa eina semju í lag, áðrenn tað kemur so vítt at heilsustøðan hjá okkara limum kemur í vanda.

 

Við tað at vard arbeiðspláss, frítíðaransing og umlættingartilboð eru latin aftur, eru okkara limir longu hart ræktir av verkfallinum. Verða fleiri tiltøk sett í verk sum raka tey verður støðan ikki til at liva við. Fólk við menningartarni og fjølbreki hava als onga ávirkan á samfelagsgongdina og vil eitt verkfall sum rakar tey meinari enn tað longu ger, neyvan fáa nakra jaliga ávirkan á samráðingarúrslitið. 

  

Nógvir av okkara limum eru sterkt bundnir av tí góðu tænastu, sum starvsfólkini veita teimum hvønn dag, og í nógvum førum hvørja nátt við. Hjá nøkrum teirra er støðug og professionel tænasta beinleiðis lívsneyðug. Tey, ið búgva á sambýlum og búfelagsskapum undir Almannaverkinum kunnu í allar flestu førum ikki klára seg heima hjá sær sjálvum uttan hjálp.

 

Javni vil staðiliga heita á partarnar um at taka atlit til hesi viðurskifti. Fæst ikki onkur loysn skjótt setur tað okkara limir í eina sera, sera ringa støðu.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.