02.01.2018 - Av: fp

Verkfallið rakar fólk við serligum tørvi og familjur teirra nógv harðari enn onnur

Nú hevur hetta verkfallið staðið við nóg leingi. Farið nú aftur til samráðingarborið, og vísið veruligan samráðingarvilja, bæði námfrøðingar, landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar!

 

Verkfallið hjá pedagogunum hevur nú staðið við í heilar trýggjar vikur. Og frá í morgin hevur felagið boðað frá, at verkfallið verður hert enn meira.

 

Hetta verkfallið rakar okkara limir sera meint, nógv meinari enn aðrar bólkar í samfelagnum. Barnaansingarstovnar, frítíðartilboð, og vard verkstøð eru stongd, og sambýlir og búfelagsskapir koyra við so lágum blussi sum til ber, fyri at tað skal kunna kallast forsvarligt. Og frá í morgin sleppa næmingar, sum hava stuðul í fólkaskúlanum heldur ikki í skúla!

 

Sjálvsagt er verkfallið/verkbannið tvørligt hjá teimum flestu, serliga hjá barnafamiljum, nú allir kommunalir ansingarstovnar eru stongdir. Foreldur flest royna sum frægast at fáa børn síni ansað hesar dagarnir. Nógv hava børn við til arbeiðis, onnur hava ommur og abbar ella onnur at heita á, og onnur skiftast um at vera heima frá arbeiði, ella arbeiða heimanífrá. Men tá barnið hevur serligan tørv er støðan munandi verri, tí tá ber ofta ikki til at brúka hesar alternativu loysnirnar.   

 

Eru børnini komin í skúlaaldur, er sloppið hjá teimum allar flestu, tí lærarar eru ikki í verkfalli. MEN – hetta er bara galdandi, um barnið ikki ber brek! Í dag blivu foreldur at næmingum, sum hava stuðul í fólkaskúlunum, kunnaði um, at teirra barn ikki skuldi møta í skúla eftir jólafrítíðina, tí stuðulin hjá barninum fer í verkfall. Hini børnini fara í skúla sum vanligt. Hetta er at gera grovan mismun á fólki, og er brot á tann mannarættindasáttmála, ið Føroyar hava bundið seg til at halda. Hóast verkfall er ein undantaksstøða, og nógvir av vanligu spælireglunum ikki eru galdandi, so er hetta sera diskriminerandi fyri teir næmingar, ið verða vendir á skúlagáttini! Undir seinasta verkfalli hjá pedagogunum í 2012 gjørdi Javni vart við at hesi viðurskifti ikki eru í lagið, og at avvarðandi myndugleikar áttu at hugt eftir setanartreytunum hjá stuðlunum í skúlunum. Hesa áheitan vilja vit enn einaferð senda avvarandi myndugleikum.

 

Vardu verkstøðini eru eisini stongd, meðan verkfall er, og tey, ið arbeiða har mugu tí verða heima allan dagin. Nógv av teimum búgva á sambýlum og búfelagsskapum. Við skerdari starvsfólkaorku á sambýlum og búfelagsskapum, og einki at fara til um dagin, gerst dagurin hjá teimum sera langligur, og tá er skjótt at tað, ið hevur verið bygt upp gjøgnum longri tíð, verður órógvað og brotið niður. Nógvastaðni eru nógv fólk í húsi, og tað ger ikki støðuna betur. Nøkur eru flutt heim til foreldur ella syskin at vera, men hetta er ikki ein haldbar støða. Lítið er at ivast í, at støðan í longdini kann ganga út yvir bæði heilsu og sálarheilsu hjá búfólkunum. Vit heita á samráðingarpartarnar um at taka hesi viðurskifti við til samráðingarborið. Tað ber ikki til at nøkur fólk ikki kunnu vera trygg heima hjá sær sjálvum, við tí hjálp teimum tørvar - heldur ikki um verkfall er! Harumframt eru tey jú longu hart rakt av verkfallinum, við tað at arbeiðspláss teirra eru stongd.  

 

Javni heitir enn einaferð staðiliga á partarnar um at fara til samráðingarborið sum skjótast, og fáa eina semju í lag. Okkara limir eru í nógv størri mun enn onnur í klemmu í trætuni, og tað er ikki í lagið!

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.