08.01.2018 - Av: fp

Norðurlendsk ráðstevna um málmenning eftir Karlstadmodellinum

23. og 24. mars 2018 verður áhugaverd norðurlendsk ráðstevna í Havn við heitinum 'Málvenjing sum frælsisstríð - ávegis sjálvstøðugum lívi og inklusión'.

 

Ráðstevnan verður í høllini á læraraskúlanum í Havn. Á ráðstevnuni verða innsløg um millum annað týdningin av at byrja tíðliga við málvenjingum, um hvussu alternativt og stuðlandi samskifti kann stuðla undir málmenning, um inklusión í skúlahøpi, og um málmenning hjá ungum og vaksnum. Haraftrat verða fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og hinum norðurlondunum.

 

Ráðstevnan er ætlað øllum, ið varða av fólki, ið hava málsligar avbjóðingar, bæði foreldrum, avvarðandi og starvsfólkum.

 

FREISTIN AT MELDA TIL ER 15. FEBRUAR 2018

 

- Meira kunning og tilmelding her


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.