10.01.2018 - Av: fp

Hvørjum bíða vit eftir?

Hví ólukkan hendir einki – hví fara partarnir ikki til samráðingar? Nú eru vit farin undir fimtu verkfallsviku, uttan at nakað røkist fyri eini semju. Tað er óhoyrt! Hvat skal til, fyri at partarnir taka støðuna í álvara, og sessast við samráðingarborið? Hvørjum bíða vit eftir - skal onkur liggja eftirá? Koma illa til skaða?

 

Nú barnaansingarstovnarnir ikki hava opið sleppa fólk ikki uttan víðari til arbeiðis, men mugu finna alternativar ansingarmøguleikar til børnini. Støðan kroystir og stressar bæði foreldur og arbeiðspláss, soleiðis sum endamálið við einum verkfalli eisini er, men neyvan er talan um at støðan er óforsvarlig, hóast hon er tvørlig.

 

Hjá teimum, ið hava sertørv, og teimum avvarandi er støðan ein heilt onnur. Her rakar verkfallið nógv meinari enn aðrastaðni. Hjá teimum snýr tað seg ikki ’bert’ um at børn upp til 10 ára aldur og teirra foreldur verða rakt, men fólk í øllum aldri og við øllum diagnosum, umframt teirra avvarandi. Barnaansingarstovnar, frítíðartilboð, og vard verkstøð eru stongd, sambýlir og búfelagsskapir eru annaðhvørt stongd ella koyra við so lágum blussi sum til ber, og nógvir skúlanæmingar við sertørvi sleppa ikki í skúla. 36 vaksin fólk eru koyrd út úr sínum egna heimi, vegna væntandi starvsfólk. Tey eru noydd at vera í útlegd hjá foreldrum og næstringum – ofta ímóti sínum vilja. Foreldur royna tað tey kunnu at fáa tingini at hanga saman. Oftast er støðan hjá barninum soleiðis, at ikki ber til at hugsa um alternativar ansingarmøguleikar, ella um at taka barnið við til arbeiðis. Hjá onkrum er talan um børn, ið krevja hjálp og stuðul alt samdøgri – tað klárar eingin einsamallur í longri tíð. Hjá øðrum eru foreldrini komin nógv til árs, og orka ikki uppgávuna.

 

Vit mugu sjálvandi virða spælireglurnar, ið eru, tá sáttmálaósemja er á einum fakøki – men tað er ikki í lagið at tær skipanir, vit hava rundan um hesar borgarar, ikki megna at verja teir ímóti sjálvsøgdum menniskjarættindum. Vit heita á partarnar at taka hesi viðurskifti við til samráðingarborið, soleiðis at vit ikki enda í hesi støðuni aftur. 

 

Javni heitir enn einaferð staðiliga á partarnar um at fara til samráðingarborið sum skjótast, og fáa eina semju í lag. Sum støðan er nú eru tað fólk, ið bera brek, og teirra avvarandi, ið kenna størsta sviðan av verkfallinum. Okkara limir orka ikki meira!


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.