18.01.2018 - Av: fp

Byggið ikki ov stórt

Viðmerkingar frá Javna til uppskot til løgtingslóg um at byggja tveir vardar bústaðir í Tórshavn til fólk við serligum avbjóðingum.

 

Fyrrapart í dag kemur uppskot fyri í Tinginum um at byggja tveir vardar bústaðir í Havn til fólk við menningartarni. Tað fegnast vit um, tí einki er bygt í Suðurstreymi til henda málbólk í 40 ár! Ætlanin er at byggja tvær stórar eindir, við 18 búeindum í hvørjari - íalt 36 búeindir. Javni hevur í hoyringssvari gjørt vart við, at ætlaðu bústaðirnir hava ov nógvar búeindir. Tørvur er á heilt nógvum bústaðum í Havn, men vit mugu ikki lata hetta føra til loysnir, ið ikki eru góðar fyri tey, ið skulu búgva har. Ein vandi við so stórum eindum, sum ætlanin leggur upp til er, at institutionellar rutinur koma at mynda dagligdagin, og búfólkini fáa minni ávirkan á sín egna dagligdag. Sannlíkindi eru fyri, at teir fyrimunir, ið fáast við stórdrift, verða goldnir við verri trivnaði hjá búfólkunum. Harafturat stuðla stórar bústaðareindir undir stigmatisering av fólkum, ið bera brek.

 

Lógaruppskotið, funktiónsanalysa, og hoyringssvar liggja á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo. 

 

Niðanfyri er fulla orðingin í hoyringssvarinum frá Javna

 

Hoyringssvar frá Javna

 

Javni takkar fyri høvið til at gera viðmerkingar til uppskotið.

 

Javni fegnast um ætlanina at bøta um bústaðarumstøðurnar hjá fólki í Tórshavn, ið hava menningartarn. Bústaðarstøðan hjá hesum málbólki er heilt katastrofal, og tað hastar nógv at fara í gongd við at bøta um støðuna. Eini 50 fólk við menningartarni í Havn búgva í húsum, ið ikki egna seg til bústað, og harafturat standa um 30 fólk á bíðilista til bústað í Havn. Javni ynskir ikki at seinka gongdini, men vil vísa á at tað er týdningarmikið, at strongda støðan ikki viðførir loysnir, ið vit framyvir ikki kunnu liva væl við.

 

Ætlanin sum fyriliggur snýr seg um at byggja tvey sambýlir við 18 búeindum hvørt, og sum skulu hýsa fólkum, sum í dag búgva í smærri sambýlum í Havn.

 

Javni hevur ikki viðmerkingar til funktiónsanalysuna sum so, og heldur, at hon leggur upp til skilagóðar loysnir. Serliga dámar okkum at búeindirnar eru ymiskar, og at nakrar ikki eru í beinleiðis tilknýti til felagshølini. Eisini er tað skilagott at nakrar av búeindunum eru innrættaðar til fólk við rørðslutarni. Hetta gevur fleiri møguleikar fyri at veita bústaðir, ið hóska til ymiskan tørv.

 

Vit eru tó ikki fegin um, at so nógvar búeindir skulu byggjast saman. Tað eru fleiri viðurskifti, ið tala ímóti stórum bústaðarloysnum. Gransking innan trivnað mælir til, at talið av búfólkum ikki fer uppum 6. Fer talið uppum verður til dømis trupult at skapa góðar relatiónir millum búfólkini, starvsfólkahópurin verður ov stórur, institutionellar rutinur koma at mynda dagligdagin, og búfólkini fáa minni ávirkan á sín egna dagligdag. Sannlíkindi eru fyri, at teir fyrimunir, ið fáast við stórdrift, verða goldnir við verri trivnaði hjá búfólkunum. Harafturat stuðla stórar bústaðareindir undir stigmatisering av fólkum við breki, tí bæði tey sjálvi og onnur kunnu fáa tí fatan, at tey ikki skulu inkluderast í vanliga lívið í samfelagnum, men heldur hoyra heima í serligum umhvørvi.

 

Javni mælir tí til, at man miðjar ímóti at sambýlini hvørt koma at húsa færri búfólkum, og at tær 36 búeindirnar, ið lógaruppskotið leggur upp til, verða skipaðar í 3 sambýlir, heldur enn 2. Hetta hevði eisini verið meira í tráð við hvat bygt hevur verið aðrastaðni í landinum. Til dømis hava nýggju sambýlini í Blikagøtu í Runavík, og í Mylnutúni í Klaksvík bæði 12 búeindir hvørt, umframt felagshøli. Um byggingin av sambýlunum í Havn kemur at hava sama kostnaðarstøði sum í Runavík og í Klaksvík, so røkka tær 58 mió. sum henda verkætlanin fevnir yvir, væl til 3 sambýlir, og peningurin hevði verið betur brúktur. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.