24.01.2018 - Av: fp

Opið hús á Miðnám á Kambsdali í kvøld

24. januar 2018:

Her verður møguleiki at kunna seg um millum annað serbreytina, ið er ætlað teimum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum, hóast teir stuðulsmøguleikar, sum eru í vanligu skúlaskipanini. Innihaldið á serbreyt er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi.

 

 

 

Mikukvøldið 24. januar letur Miðnám á Kambsdali dyrnar upp á víðan vegg. Frá 17.00 til 21.00 hevur tú møguleika at hitta lærarar, næmingar og lestrarvegleiðarar. Tú kanst eisini uppliva hugnaliga og fjølbroytta lestrarumhvørvið og góðu karmarnar Kambsdali.

 

Skúlin bjóðar 6 ymiskar breytir, so tú kanst velja júst ta útbúgvingarleið, sum tú heldur hóskar til tín. Hesar eru FHS-Yrkisnám, búskaparbreytin, náttúrubreytin, hugbreytin, fyrireikingarbreytin og serbreytin.

 

Møguleiki er at søkja inn á allar breytirnar og umsóknarfreistin er 15. mars.

 

- Meira kunning um serbreytina 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.