03.02.2018 - Av: fp

LykkeLiga á veg til Føroya

Í samband við stóru steypafinaludagarnar í hondbólti í høllini á Hálsi, leygardagin 17. februar og sunnudagin 18. februar kemur fyrrverandi danski hándbóltslandsliðsleikarin Rikke Nielsen til Føroya at hava tveir fyrilestrar um "LykkeLiga". Sjálv er hon eldsálin aftanfyri konseptið, ið eftir stutta tíð hevur breitt seg um alt Danmark. Í LykkeLiga-hándbólti snýr tað seg ikki bert um dystir, stig og úrslit. LykkeLiga snýr seg líka nógv um ein jaligan felagsskap, har børn/ung, ið bera brek, eru í miðdeplinum. Spælararnir eru í aldrinum 5-16 ár, og familjan eigur ein stóran leiklut í LykkeLiga konseptinum.    

 

Fyrri fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum fríggjakvøldið 16. februar klokkan 19. Hesin fyrilesturin er ætlaður foreldrum og avvarandi at menningartarnaðum børnum og ungum, sum høvdu havt gleði og gagn av, at ein "Eydnudeild" var sett á stovn í Føroyum.

 

Seinni fyrilesturin verður í ÍSF-húsinum, leygardagin 17. februar klokkan 11. Tann fyrilesturin er ætlaður almenninginum.

 

Tað er Morten Hust Petersen, sum saman við øðrum hevur tikið stig til at fáa Rikke Nielsen hendanvegin. Hoyr hann greiðir frá um "Lykkeliga" niðanfyri - eitt átak fyri at geva menningartarnaðum børnum/ungum møguleika at spæla hondbólt, har tey eisini kunnu mennast sum menniskju, og hava tað jaligt og stuttligt. Niðanfyri er eisini ein leinkja til eina reportagu, ið TV2nord hevur gjørt um LykkeLiga.

 

- Samrøða við Morten Hust Petersen á In.fo

- Reportaga frá TV2nord um LykkeLiga

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.