20.02.2018 - Av: fp

Innbjóðing til kunningartiltak um Serbreytina á Glasi

Leygardagin 3. mars verður opið hús á Glasi, har møguleiki verður fyri at kunna seg um Serbreytina, ið tekur 6 næmingar inn komandi skúlaár. Soleiðis sigur Glasir í kunningarskrivi:

 

Í august 2018 taka vit 6 næmingar aftrat á Serbreytina á Glasi. Hetta merkir, at vit hava tilboð til 18 næmingar á Serbreytini í august - og tað fegnast vit stórliga um.

 

Serbreytin er ætlað næmingum, sum ikki megna miðnám undir vanligum treytum. Undirvísingin byggir á læruætlan, sum er gjørd til einstaka næmingin. Serbreytin endar við serstøkum prógvi, sum byggir á OCN-skipanina, sum er lýst í "Tilmæli um serliga skipað miðnám sum heildartilboð til ung við serligum tørvi."

 

Kunningartiltak

Leygardagin 3. mars verður opið hús á Glasi, har kunnað verður um øll miðnámstilboð, sum Glasir bjóðar. Tiltakið verður í handilsskúlabygninginum við Marknagilsvegin frá kl. 13.00 til 15.30. Tiltakið er alment.

 

Klokkan 14.15 verður kunnað um Serbreytina. Kunningin verður í stovu 107, og er serliga ætlað stovnum, foreldrum/avvarðandi og næmingum, sum á ein ella annan hátt hava við Serbreytaøkið at gera.

 

Høvi verður at hitta leiðslu, lærarar og lestrarvegleiðarar skúlans, sum fegin greiða frá og svara spurningum.

 

Vit vóna, at tit nýta høvi at leggja leiðina framvið tann 3. mars. Hjartaliga vælkomin

 

Vinarliga

 

Magni á Lakjuni útbúgvingarstjóri 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.