22.02.2018 - Av: fp

Liðug/ur við fólkaskúlan, og hvat so?

Í komandi viku fara vit at bjóða til Javnacafé, har evnið verður útbúgvingarmøguleikar eftir fólkaskúlan hjá ungum, ið eru tarnað at gjøgnumføra 'vanligu' skúlatilboðini. Kom og kunna teg um møguleikarnar, um hetta verður aktuelt í nærmastu framtíð, ella tú bara ynskir at vita meira.

 

Caféirnar verða:

 

  • Á Klaksvíkar Bókasavni mánadagin 26. feb. kl. 19:30
  • Á Bókasavninum við Løkin í Runavík týsdagin 27. feb. kl. 19:30
  • Á Býarbókasavninum í Havn mikudagin 28. feb. kl. 19:00

 

Umboð frá serbreytunum á Tekniska Skúla í Klaksvík, Miðnám á Kambsdali, og Glasum, frá eftirskúlanum Rásini, og frá Skúlanum á Trøðni fara at greiða frá um teirra skúlatilboð. Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit bjóða eisini ein drekkamunn.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.