27.02.2018 - Av: fp
Javnacafé í Runavík
TAÐ ER Í KVØLD KL. 19:30 at Javnacafé verður á Bókasavninum við Løkin, har kunnað verður um útbúgvingarmøguleikar eftir fólkaskúlan hjá ungum, ið eru tarnað at gjøgnumføra 'vanligu' skúlatilboðini.
Umboð frá serbreytini á Miðnámi á Kambsdali og frá eftirskúlanum Rásini fara at greiða frá um teirra skúlatilboð. Øll eru hjartaliga vælkomin, og vit bjóða eisini ein drekkamunn.
Adressan hjá Bókasavninum við Løkin er Rókavegur 1.