Aðalfundur og ársveitsla verða 5. mai
AÐALFUNDURIN
Verður í kirkjuhúsinum í Sørvági
Leygardagin 5. mai 2018 kl. 15
Skrá sambært viðtøkum felagsins.
Starvsnevndarval
Í ár er formansval á skránni. Harumframt skulu veljast tvey umboð til starvsnevndina og ein tiltakslimur.
Gr. 6, st. 4 í viðtøkunum: Uppskot til formansevni, starvsnevndarlimir og tiltakslimir eins og innkomin mál til aðalfundin skulu vera starvsnevndini í hendi í seinasta lagi 1 viku fyri aðalfundin.
Val til Spyr Meg nevndina
Til nevndina í Spyr Meg skal veljast formaður/kvinna, sum situr fyri tvey ár.
ÁRSVEITSLA
Kl. 18.00 verður ársveitslan hjá Javna í høllini í Sørvágs skúla, Skúlavegur 13, Sørvágur. Sum altíð, so verður góður matur, stuttligt borðhald, og aftaná spælir Rasmus Magnussen til dans.
Tekning til veitsluna skal gerast hjá Javna í seinasta lagi 26. apríl.
Prísir og kunning
Tekning til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja tlf 208090. Eisini ber til at tekna seg við at senda ein teldupost til skriv@javni.fo ella til javni@javni.fo. Vinarliga upplýs okkum navn og bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í javna. Lat okkum eisini vita um tað er onkur matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á at fylgjari er við er hesin uttan kostnað, um tú upplýsir okkum nummarið á fylgjarakortinum.
Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto hjá Javna nr. 6460-153.962.2. Minnist til at viðmerkja 'veitsla' + navn, tí annars er ringt hjá okkum at halda skil á, hvør hevur goldið.
Kostnaður
Vaksin
Limir í Javna kr. 350,-
Ikki limir í Javna kr. 450,-
Børn og ung
0-9 ár ókeypis
10-16 ár kr. 150,-
Fylgjarar
Ókeypis, um gesturin hevur fylgjarakort.