14.03.2018 - Av: fp

Í MORGIN ER SEINASTA FREIST AT SØKJA INN Á MIÐNÁM - SO NÚ ER AT SKUNDA SÆR AT SØKJA!

Í morgin, 15. mars, er freistin at søkja inn á miðnám. Serbreytir eru á Glasir í Havn, á Miðnám á Kambsdali, og á Tekniska skúla í Klaksvík.

 

Serbreytirnar eru eitt 4-ára skúlatilboð, ið er ætlað teimum ungu, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum.

 

Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Innihaldið á serbreyt er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi. 

 

Á Glasir taka tey 6 nýggjar næmingar inn eftir summarfrítíðina, á Miðnámi á Kambsdali taka tey somuleiðis 6 nýggjar næmingar inn, og á Tekniska Skúla í Klaksvík er pláss fyri 2-3 nýggjum næmingum.

 

Tit kunnu lesa meira um serbreytirnar á heimasíðunum hjá skúlunum

www.glasir.fo
www.kambsdalur.fo
www.tsk.fo

 

Umsóknin verður latin inn her: https://innskriving.fo/umsokn/


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.