26.03.2018 - Av: fp

Væleydna ráðstevna

Í døgunum 23. og 24. mars skipaði Javni saman við felagsskapinum IAKM (International Association for the Karlstadmodell) fyri norðurlendskari ráðstevnu í Havn við heitinum ”Málvenjing sum frælsisstríð – ávegis sjálvstøðugum lívi og inklusión.” Evnið á ráðstevnuni var málmenning, og hvussu alternativt og stuðlandi samskifti kann nýtast fyri at stuðla undir málmenning hjá teimum, ið hava málsligar trupulleikar. Um 150 fólk luttóku á ráðstevnuni, ið var í Læraraskúlahøllini. Eini 35 av luttakarunum vóru úr okkara grannalondum.

 

Skráin bleiv eitt sindur órógva av, at flogfarið við fleiri av teimum, ið skuldu røða á ráðstevnu umborð, ikki lendi í Vágunum dagin undan ráðstevnuni. Høvuðsrøðarin, svenska Irene Johansson, professari, var komin til landið í góðari tíð, og við at flyta eitt sindur uppá raðfylgjuna fekst skráin at hanga saman, hóast serligu umstøðurnar.

 

Ráðstevnan tók støði í Karlstadmodellinum, ið er eitt modell til málvenjing, sum kan brúkast til øll, uttan mun til aldur, diagnosu, og førleika. Tað áhugaverda er sjálvur máltrupulleikin. Karlstadmodellið hevur verið í støðugari menning síðan 1970ini, undir leiðslu av Irene Johansson, professara. Hon hevur í sínari gransking havt tætt samstarv við bæði foreldur og starvsfólk og royndir hennara hava víst, hvussu stóran týdning málið hevur fyri okkara kognitivu menning, persónsmenning og fyri okkara lívsgóðsku. Karlstadmodellið er ikki ein ”metoda”, men ein samanrenning av ymiskari gransking innan málmenning, sum er ”umsett” til sernámsfrøðilig amboð, sum gera málvenjingina spennandi, týðiliga, og struktureraða. Málvenjingarnar taka støði í hvørjum einstøkum, og tær verða altíð lagaðar eftir førleikunum hjá persóninum. Netverkið hjá persóninum – familja og næstringar – er týdningarmikið fyri læringina, og tí spælir netverkið ein stóran leiklut í málmenningini.

 

 

Á ráðstevnuni vóru innsløg bæði frá fakfólki og næstringum. Luttakararnir fingu eina holla innleiðslu í virðisgrundarlagið undir Karlstadmodellinum, ið leggur dent á líkarætt, javnvirði, og at margfeldni millum menniskju er mett sum náttúrligt og ynskjandi. At hava eitt mál er atgongumerkið til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum.

 

 

At hava eitt mál at samskifta við er av alstórum týdningi fyri lívsgóðskuna hjá tí einstaka, tí førleiki at samskifta er ein fortreyt fyri og atgongumerki til felagsskapin og at vera uppi í samfelagnum. Við málinum sum amboð ber eisini til at fyribyrgja, at onnur taka teg av ræði. Men gagnliga ávirkanin av at kunna samskifta røkkur eisini út um privata rásarúmið, og er ein neyðugur lutur í einum demokratiskum samfelag. Fyri at kunna ávirka onnur, og lata onnur ávirka teg, eru evnini at samskifta og at handfara upplýsingar avgerandi.

 

Á ráðstevnuni varð millum annað víst á granskingarúrslit, ið vísa á týdningin av at byrja tíðliga við málvenjingum. Dentur varð lagdu á, at tað er ongantíð ov seint at byrja at arbeiða við málmenning, men at menningin gekk bæði skjótari og betri, varð byrja tíðliga. At vera so greiður og týðiligur sum gjørligt er ein av meginreglunum í modellinum, og stórur dentur verður lagdur á at nýta alternativt og stuðlandi samskifti fyri at stuðla undir málmenning. Harafturat varð stórur dentur lagdur á, at tey, ið eru um persónin við máltrupuleikum, hava ein týðandi leiklut, og mugu verða eitt fet frammanfyri.

 

Afturat tí fakliga partinum vóru fleiri persónligar søgur, bæði úr Føroyum og úr hinum norðurlondunum, har fakfólk og næstringar greiddu frá sínum praktisku royndum við at arbeiða eftir Karlstadmodellinum.

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.