26.03.2018 - Av: fp

Komið í gongd við Karlstadmodellinum - innleiðslubók til Karlstadmodellið

Í sambandi við ráðstevnuna um málmenning eftir Karlstadmodellinum varð útgáva av bókini "Komið í gongd vid Karlstadmodellinum!", ið Javni hevur fingið týtt úr norskum, við stuðli úr Mentamálaráðnum. Bókin er ein innleiðslubók til Karlstadmodellið, sum er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum við máltrupulleikum, í barnagarði, skúla og bústaði, teimum ið taka avgerðir í barnagarði og skúla, umframt foreldrum og næstringum hjá barninum við málsligum trupulleikum.

 

Bókin er bygd upp við stuttum fakligum inngangum, og eftir teir koma søgur við tí verkliga og ávísingar til bøkurnar um háttalag, har til ber at læra meira um uppgávur og tilfar.

 

Endamálið við bókini er at geva íblástur og stuðla tey vaksnu, sum eru um tann við málsligum trupulleikum, soleiðis at tey megna at fara í gongd og halda fram at venja málið. Tað er eisini eitt mál, at tú eftir at hava lisið bókina sært møguleikar, tú sjálv/ur hevur at minka um trupulleikarnar við samskiftinum við børn, ung ella vaksin, sum hava avbjóðingar við málinum. 

 

Tað er eingin “rættur” máti at venja mál. Vit eru øll einstaklingar, sum samskifta, læra og menna okkum á ymiskan hátt – tað má virðast. Tí er tað grundleggjandi í Karlstadmodellinum at laga seg til tann einstaka. 

 

Bókin kostar 198 krónur, og fæst til keyps hjá Javna og í bókhandlunum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.