18.03.2018 - Av: fp

Nena fekk ársins herðaklapp

Nena Jákupsdóttir, venjari hjá fimleikaliðnum Loppunum, fekk ársins herðaklapp frá Javna í 2018. 

 

Herðaklappið verður latið persóni ella felagsskapi, sum á onkran hátt hevur lagt merkisvert arbeiði eftir seg, fólki við menningartarni at frama.

 

Fía Petersen, forkvinna í Javna, handaði herðaklappið í høllini á Hálsi 18. mars, í sambandi við at fimleikaárið endaði. Í stuttari røðu varð grundgivið fyri herðaklappinum. Hugtakið inklusión varð nýtt sum grundarlag fyri, hvør skuldi fáa herðaklappið. Heiðurin í ár hevur nógv við fimleik at gera, men hann snýr seg líka nógv um rúmligheit, at duga at síggja dygdirnar hjá hvørjum einstøkum menniskja, og at síggja førleikar, heldur enn avmarkingar. Hann hevur við dirvi, áhaldni, treiskni, og hugsjón at gera – eina hugsjón um, at vit øll duga, bara vit fáa møguleikan.

 

Eitt ørindi, sum er fastur táttur ritað á heiðursritið, sum fylgir við Herðaklappinum varð lisið upp:

 

Sortugrøs og hjálpirót

út av torvu hanga,

fagrast eru blómurnar

har ringast er at ganga

 

Ørindi er úr yrkingini Barnið, bergið og blómurnar, sum Karsten Hoydal sáli yrkti.

 

Ivaleyst er boðskapurin í yrkingini, at skalt tú vinna upp mál er neyðugt at kempa fyri sakini – og at tess størri stríði er, tess størri er gleðin tá tað eydnast.

 

Javni nýtti eisini høvið at takka Ljósinum fyri at skapa karmar fyri rúmligheit.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.