16.04.2018 - Av: fp

Avvarðandi heita á landsstýriskvinnuna í almannamálum: Bygg nýtt sambýli á Mýrini beinan vegin, so búfólkini sleppa heim

Avvarðandi at búfólkum á sambýlunum á Mýrini 4 og 6 hava í felag sent landsstýriskvinnuni í almannamálum eina inniliga áheitan um at geva bygging av nýggjum sambýli á Mýrini í Hoyvík fremstu raðfesting, soleiðis at búfólkini kunnu fáa eitt virðiligt heim so skjótt sum yvirhøvur gjørligt.

 

Sambýlini á Mýrini 4 og 6 eru nú eru í so ringum standi, at ikki er ráðiligt at lata fólk búgva har longur. Tí verða búfólkini í næstum flutt úr sínum heimi, og inn í fyribils heim. Av teimum 11 búfólkunum fáa fimm kamar á fyrrverandi næmingaheiminum á Argjum, og restin flyta í onnur sethús, ið eru keypt til endamálið. 

 

Tey avvarðandi siga í skrivinum til landsstýriskvinnuna, tey eru kedd av støðuni, tí umstøðurnar hjá teimum, ið tey varða av, verða nógv órógvaðar. Ikki bert skulu tey flyta úr tí umhvørvi, ið tey kenna og eru trygg við – tey skulu eisini slítast sundur, tí nýggju karmarnir rúma ikki núverandi uppdeiling. Tey skilja tó væl, at tað er ógjørligt at finna eina betri hóskandi bústaðarloysn í eini handavending, og góðtaka tí, at teirra børn, systkin o.a. noyðast at búgva í fyribilsbústaði í eina tíð. Men tey vóna, at bíðitíðin ikki verður long.

 

Fleiri av búfólkunum hava búð saman á Mýrini í nógv ár, og eru trygg við at búleikast í kendum umhvørvi saman við bú- og starvsfólkum, sum tey kenna væl. Fyri tey hevur tað stóran týdning av vita, at flytingin bara er fyribils, og neyðug fyri at tey kunnu fáa eitt nýtt og betri heim.

 

Á Mýrini hevur tað nú í áravís ligið í kortinum, at búfólkini skuldu fáa nýggjan bústað, tí húsini leingi hava verið í hættisliga vánaligum standi. Sum støðan nú bleiv, vóna tey avvarðandi, at tey á Mýrini tí verða sett fremst í bíðirøðini, nú tað almenna skal byggja fleiri bústaðir. 

 

Tey avvarðandi vóna, at landsstýriskvinnan tekur teirra inniligu áheitan til eftirtektar, og setur gongd á byggingina av nýggjum sambýli á Mýrini beinanvegin, so teirra børn og systkin kunnu sleppa heim sum skjótast.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.