07.05.2018 - Av: fp

Aðalfundur Javna

Leygardagin 5. mai varð árligi aðalfundurin hjá Javna hildin í Sørvági. Á skránni var millum annað formansval, bæði í Javna, og í undirnevndini Spyr Meg. Fía Petersen, ið bleiv vald á seinasta aðalfundi fyri eitt eitt-ára skeið bleiv afturvald, og Dánial Gram Høgnesen bleiv somuleiðis afturvaldur til formann í Spyr Meg. P/F Januar bleiv valt til grannskoðara fyri komandi roknskaparár.

 

 

 

Roknskapur felagsins fyri 2017 bleiv lagdur fram til góðkenningar. Roknskapurin vísir eitt hall á 194.415, ið er sum væntað. Lagt var upp fyri hesum halli í 2016, tí størri viðlíkahaldsarbeiði skuldi gerast á ognina hjá felagnum í Skrivaragøtu, sum tað almenna leigar til umlættingarheim til heimabúgvandi børn og vaksin við menningartarni.

 

Formaðurin legði fram frágreiðing um virksemið felagsins í árinum. Fundurin endaði við at aðalfundurin orðaði eina yvirlýsing. Undir verkfallinum hjá Føroya Pedagogfelag um ársskifti noyddust fleiri vaksin fólk at flyta úr sínum heimi, og inn til foreldur ella næstringar at vera. Aðalfundurin var á einum máli um, at vit mugu hava karmar ið tryggja, at okkara limir kunnu vera trygg heima hjá sær sjálvum, eisini undir einum verkfalli.

Á aðalfundinum hjá Javna leygardagin 5. mai 2018 var niðanfyri standandi yvirlýsing samtykt:

 

Aðalfundurin hjá Javna átalar tað árin, ið verkfallið hjá Føroya Pedagogfelag hevði á bústaðarviðurskiftini hjá limum í Javna, og heitir á avvarandi partar um at skipa greiðar karmar um vardar bústaðir, sum forða fyri, at slíkt hendir aftur. Forðast má fyri ótryggleika í egnum heimi.

 

Soleiðis samtykt á aðalfundi Javna í Sørvági, tann 5. mai 2018

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.