09.05.2018 - Av: fp

Røðan hjá Eyðgunn Samuelsen á Javnaveitsluni

Við loyvi frá Landsstýriskvinnuni leggja vit út røðuna, sum hon helt á Javnaveitsluni seinasta leygarkvøld. Vit takka Eyðgunn fyri eina góða røðu.

 

Gott kvøld øll somul

 

Takk fyri at maður mín og eg eru boðin við í ársveitsluna hjá Javna. Vit hava glett okkum til at vera saman við tykkum øllum her í kvøld.

 

At vera saman í veitslulag, nú hýrurin er góður og lagi er gott, meini eg heilt vist kann verða við til at styrkja samstarvið okkara ímillum. Men ikki minst virðismeti eg at fáa høvi at hitta tykkum øll – børn og vaksin við menningartarni og familjur tykkara – og vit hava høvi at vera saman á ein annan hátt.

 

Eg havi ógvuliga stóra virðing fyri arbeiðinum, ið Javni leggur fyri dagin. Tað eru tit, sum vísa vegin, og tað eru fyrst og fremst tit, sum eru jarnbrotið fyri teimum framstigum, sum eru gjørd við at betra um korini og karmarnar hjá fólkum við menningartarni.

 

Tað hevur týdning, at vit sum myndugleikar áhaldandi vera mint á, at vit kunnu gera tingini betur, og at vit kunnu røkka longur. Javni hevur á mangan hátt verið við til at bróta slóð við at ganga undan við at fáa til vega vitan og skipa tiltøk, sum geva íblástur og sum eisini eru við til at ávirka tær avgerðir, sum vit sum myndugleiki taka. 

 

Hóskvøldið fingu vit høvi at síggja filmin “tey serligu børnini” í KVF. Vit sóu 32 ára gomlu Elin, sum elskar at syngja og brodera. Elin livir eitt gott og virkði lív og hon hevur egnan bústað. Elin er víðakend í Føroyum, fyri kortum hevði hon enntá sjálvan løgmann til kaffi og tað var  í hennara egna heimi. Løgmaður var errin av at verða boðin til kaffi hjá Elin og tað skilji eg væl, tí tað kann hann saktans vera!

 

Vit sóu eisini 20 ára gomlu Eyð, sum elskar at dansa og gera fimleik. Eyð gongur á serligt skipað miðnám og til fleiri ymisk frítíðarítriv. Eyð sigur eisini í sendingini, at hon hevur eitt gott lív, hon býr heima, men hon droymir um einaferð at kunna velja hvar, ið hon skal búgva og hvussu.

 

Báðar hava tær sínar dreymar, um arbeiðið og um framtíðina, júst sum øll onnur ung.

 

Sendingin vísir okkum,  hvussu langt vit eru komin í arbeiðinum, at skapa umstøður,  soleiðis at  okkara ungu og øll onnur, við serligum avbjóðingum, fáa møguleika at skapa sær eitt  gott lív, útfrá júst teirra fortreytum. Samstundis vísir sendingin eisini, at nakað er eftir á mál enn.

 

Málið má verða at øll við serligum avbjóðingum fáa eitt so gott lív, sum Elin og Eyð,  og at eisini teirra dreymar kunnu gerast møguligir.

 

Tað er ein mannarættur at hava ein bústað, útbúgvingartilboð og møguleikan at verða partur av arbeiðsmarknaðinum, um ein megnar tað. At hava sítt sjálvsagda pláss í okkara samfelag og at verða partur av felagsskapinum.

 

Elin býr í Eysturoynni og Eyð býr í Havn, og sum vit síggja í sendingini, so hevur tað, í størri mun, eydnast okkum at skapa góðar bústaðarkarmar í Eysturoynni meðan tað eru nógv sum enn bíða í Suðurstreymoy. Vit eru ikki komin á mál, fyrr enn tað ber til at fáa ein hóskandi bústað, uttan mun til hvar í landinum tú býr.

 

Vit eru ikki komin á mál, men vit eru á veg og hava tikið nøkur stór fet í síðstuni.

 

Løgtingi hevur júst samtykt at vit kunnu fara undir at byggja 2 sambýli til fólk við menningartarni í Suðurstreymoy og eitt bú- og umlættingarheim til børn og ung við autismu, eisini í Suðurstreymoy. Í næstum verða hesar verkætlannir bjóðaðar út. 

 

Vit hava funnið eina fyribilsloysn í Torfinsgøtu 41 til at húsa tey flestu av búfólkunum frá Mýruni, nú har ikki er búgvandi. Við samtyktini at byggja hesi 2 sambýlini, ið eg nevndi omanfyri, eru útlit fyri at tit á Mýruni ikki koma at bíðja alt ov longi, til tit kunnu flyta inn í tykkara nýggja heim á Mýruni. 

 

Og vit fara víðari, tað næsta verður Barnaheimið og eina góða loysn fyri tey, ið búleikast á Eiragarði. Tað seinna hevur verið ein tungur burður, men eg havi lurtað eftir tykkum og tí vænti eg, at ein loysn skjótt kemur undir land og at tað verður ein loysn, ið vit  øll kunnu fegnast um.

 

Løgtingi hevur eisini samtykt eina dagføring av leigulógini, har ið tað er lógarfest, at Almannaverki kann ráða yvir 5 hvørjari  íbúð, ið bygd verður.

 

Tvey úrslit av hesum samstarvið millum Almannaverki og Bústaðir síggja vit í Blikagøtu í Runavík, har búfelagsskapurin fyri fólk við menningartarni júst er liugur og á Karlamagnusarbreyt, har íbúðirnar verða klárar at flyta inn í næstum.

 

Hetta eru stór framstig og vit skulu halda fram við at menna bústaðarpolitikkin við at  byggja vanligar íbúðir, har tað verður sjálvsagt, at eisini fólk við serligum avbjóðingum fáa møguleikan at búgva, á jøvnum føti við onnur. Tí tað er fjølbroytni ið ger felagsskapin sterkan.

 

Eg haldi Elin sigur tað so gott í sendingini, hon sigur nakað soleiðis : “Downs syndrom er gott at hava, eg livið av tí “ Tað er jú so, at vit øll fáa orku av ymiskleikanum og tað at vera um hvønn annan.

 

Martin Joensen sigur nakað tað sama í sanginum  “Eingin er sum tú” frá fløguni Vælskapt Brek.

 

Eingin er sum tú

Kanst tú siga mær, hvat tað er mær bagir?

Kanst tú lána mær látur tín í kvøld?

Eg vil flýggja til tínar gyltu staðir,

har mannasálin aldri verður køld.

Tú hevur givið mær nógv meir, enn eg kann bera,

tú hevur lokkað ljósið inn um mínar dyr,

– eingin er sum tú, eingin er sum tú

Tú ert eygnasteinur mín, eingin er sum tú.

 

Takk fyri !


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.