14.05.2018 - Av: fp

Javni hevur føðingardag í dag

Í dag fyri 47 árum síðan - hin 14. mai í 1971 - varð felagið Javni sett á stovn.

 

Umstøðurnar her á landi vóru soleiðis, at fólk við menningartarni vórðu send til Danmarkar at búgva, og tað var eitt av aðalmálunum hjá felagnum at venda hesi gongd, og at arbeiða fyri, at føroyska samfelagið skuldi kunna hýsað øllum føroyingum.

 

Nógv er hent til tað betra gjøgnum tey 47 árini - men, vit mugu ikki gloyma, at einki hendur av sær sjálvum! Gjøgnum øll árini hevur Javni átt ein stóran leiklut í tí framburði, ið hevur verið, fólki við menningartarni og teirra familjum at frama. Vit hava sera nógv at takka teimum fyri, ið undan okkum hava stríðst fyri javnrættindunum. Í dag taka vit sum givið, at øll 'sleppa' at vera í landinum, kunnu fara í barnagarð, skúla, fáa starv, kunnu ganga til frítíðarítriv, og fáa ein bústað. Hóast hetta, so hava vit framhaldandi fleiri mál at røkka, um enn tey eru nøkur onnur enn tá, og vit fara at halda á við at arbeiða fyri, at fólk við menningartarn og teirra familjur skulu fáa góð og virðilig kor.

 

Vit ynskja Javna hjartaliga tillukku á 47-ára degnum, og senda eina hjartans tøkk til øll, sum ígjøgnum árini hava stríðst við felagnum. 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.