17.05.2018 - Av: fp

Familjuvikuskifti á Deplinum í Skálavík

Enn eru nøkur pláss eftir á familjuvikuskiftinum í Skálavík 1-3. juni. Kom við til eitt hugnaligt og gevandi vikuskifti, har familjan er í miðdeplinum.

 

Vikuskiftið 1-3. juni bjóðar Javni aftur til familjuvikuskifti á Deplinum í Skálavík. Tiltakið er ætlað familjum, ið hava eitt barn í aldrinum 0-14 ár við einhvørjum breki. Á skránni verður m.a. upplegg um evni, ið hava serligan týdning, tá familjan hevur serligar avbjóðingar.

 

Men ein líka so týdningarmikil partur av tiltakinum er, at familjurnar hittast, og hugna sær saman. Vit skapa karmar um at øll, bæði stór og smá, skulu fáa eina góða uppliving:

 

  • Góðir karmar fyri alla familjuna bæði inni og úti
  • Upplegg um viðkomandi evnir
  • Heitir pottar
  • Hugni

 

Pláss er fyri 10 familjum, og hvør familja fær egi kamar. Familjukømrini hava 4 sovipláss, við plássi fyri eini eyka uppreiðing. Kostnaðurin fyri alt tiltakið, íroknað gisting, mat o.a., er einans kr. 500 fyri hvønn vaksnan, um familjan er limur í Javna, annars kr. 700 fyri hvønn vaksnan. Børnini eru ókeypis, óansæð aldur.

 

Evnið, ið vit hava valt at varpa ljós á hesuferð, er týdningarmikla samstarvið millum familjuna og tær almennu stuðulsskipanirnar.

 

Tá barnið hjá tær krevur nakað eyka, verða Almannaverkið, Sernám og aðrir almennir stovnar ofta eisini ein partur av dagligdegnum. Tær ymisku skiparnirnar veita á hvør sínum øki tænastur, sum skulu skapa best møguligar umstøður hjá familjuni, og tryggja, at barnið mennist á øllum økjum.

 

Hetta er – í hvussu so er fyrstu tíðina - fyri tey flestu ein ókendur heimur, sum ikki er so lættur at finna runt í. Hjá familjunum er tað mangan ringt at finna út av, hvør hjálp er at heinta, hvaðani hjálpin skal koma, og hvør skal meta um tørvin. Ráðgevingin sýnist ikki altíð at peika sama veg, og aðrar familjur í somu støðu fáa ørvísi hjálp og ráðgeving. Og hvør hevur ábyrgdina av at halda eyga við, um alt gongur sum tað skal? Foreldrini uppliva hetta mangan ørkymlandi, og tey kenna at tað liggur á teimum sjálvum at royna at leita upp hjálp og stuðul, hóast tey ikki eru fakfólk.

 

Á familjuvikuskiftinum í Skálavík fara umboð fyri Almannaverkið og Sernám at hava upplegg um teirra tænastur. Tey fara millum annað at greiða frá, hvørja tænastu teirra stovnur veitur barnafamiljum, hvussu tú kemur í samband við hesar tænasturnar, og hvussu mannagongdirnar hjá teimum yvirhøvur eru. Vit leggja upp til, at hetta ikki bert verður einvegis framløga, men dialogur millum partarnir, sum skal gera báar partar betri ílætnar, og styrkja samstarvið teirra millum frameftir.

 

Tekning hjá Javna á tlf 208090, ella við at senda ein teldupost til javni@javni.fo 

 

SKRÁ

(broytingar/tillagingar kunnu koma fyri)

 

Fríggjadagin 1. juni

 

Frá kl. 14:00       Innskriving
18:00Nátturi – pizzabuffet
19:00Samansjóðing í størra spælirúminum ella konsertsalinum
21:00Kanska okkurt lætt á skrá fyri tey vaksnu

 

Leygardagur 2. juni

 

8:00-10:00                         Morgunmatur
11:00-12:00 Stuðulsmøguleikar hjá familjum, ið hava barn við serligum tørvi 
- Joan Vang, sosialráðgevi frá deildini ‘Børn og ung’ á Viðskiftadeplinum hjá Almannaverkinum hevur upplegg, og aftaná verður samskifti um evnið.
12:00- Frokostur
13:00-14:00Leikluturin hjá Sernámi
- Harriet Hansen, varastjóri á Sernám, hevur upplegg um leiklutin hjá Sernámi, tá barnið hevur serligan tørv.
14:00-16:00Heitur pottur
17:30- Nátturi
19:00-20:00Heitur pottur
21:00 Kanska okkurt lætt á skrá fyri tey vaksnu

Meðan okkurt er á skrá leygardagin fyri tey vaksnu verður skipað fyri ansing av børnunum.

 

Sunnudagin 3. juni

 

8:00   Morgunmatur og evaluering
10:00Liðugt

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.