29.05.2018 - Av: fp

Rásin vil hava pláss til fleiri næmingar

Seinnapartin í gjár hevði leiðslan á sereftirskúlanum Rásini í Saltangará kunnandi fund fyri innbodnum, í sambandi við um- og uppíbyggingarætlan av skúlanum. Fyrr í ár varð eitt uppskot handað Mentamálaráðnum, har greitt varð frá ætlanunum.

 

Eftir eina rundvísing á skúlanum greiddi leiðarin á Rásini, Beinta Persdóttir Joensen, frá teirra virksemi. Sum er tekur Rásin sjey nýggjar næmingar inn annaðhvørt ár, men fyri at nøkta ein størri part av tørvinum verður miðja eftir at næmingatalið skal tvífaldast, og upptøka verða hvørt ár. 

Beinta greiddi frá, at hóast gongd er komin á serlig miðnámsskúlatilboð runt um landið, so metur hon ikki, at tørvurin á eftirskúlatilboðnum gerst minni. Kanska tvørturímóti. Tær afturmeldingar, ið tey fáa frá SSM er, at eitt eftirskúlaskeið vísir seg at vera eitt sera gott grundarlag at fara víðari á SSM við, tí næmingarnir eru meira klárir at taka ímóti undirvísing. Slagorðini hjá Rásini eru "Læran til lívið", og høvuðsdentur verður lagdur á at næmingarnir skulu læra at liva eitt so sjálvstøðugt og sjálvbjargi lív sum møguligt, alt eftir fortreytunum hjá hvørjum einstøkum. Á eftirskúlanum arbeiða næmingarnir nógv við at menna sosialar og kensluligar førleikar, umframt neyðugar praktiskar førleikar, so sum at halda hús og at brúka almennan flutning. 

 

Ein arbeiðsbólkur handaði í 2015 Mentamálaráðnum tilmælið um Serliga Skipað Miðnám (SSM), har umskipan og víðkan av Rásini eisini var ein partur. Rásin hevur síðan tey byrjaðu fyri 15 árum síðan húsast í einum stórum sethúsum í Saltangará, og hóast trongu karmarnar, so eru tey glað fyri staðsetingina mitt í býðnum, sum gevur sera góðar møguleikar at brúka nærumhvørvið sum liður í undirvísingini. Tí ynskja tey at vera verðandi í Saltangará, men ein víðkan av virkseminum undir verandi kørmum er ikki gjørligt. Tí er neyðugt við eini um- og uppíbygging, skal Rásin fylgja tilmælinum frá 2015. EM Ráðgeving greiddi frá teirra skitsuuppskoti um víðkan av Rásini við 450 m2, í tveimum hæddum. Uppíbyggingin gevur rúm fyri 7 næmingum afturat, umframt at betri umstøður verða til undirvísing. Ein um- og uppíbygging verður mett at kosta einar 12 mió.

 

Út frá tørvsmetingini, sum varð gjørd í sambandi við tilmælið í 2015, hava árliga um 30 nýggir næmingar tørv á serligum skúlatilboðið eftir fólkaskúlan. Hóast tað gongur rætta vegin, so nøkta vit ikki hendan tørvin, og merkir hetta, at fleiri næmingar ikki hava eitt skúlatilboð, tá teir eru lidnir við fólkaskúlan. Fleiri av hesum velja at fara av landinum, til dømis á danskar eftirskúlar. Hetta kann sjálvandi vera sera mennandi í sjálvum sær, men eigur ikki at vera ein neyðloysn, tí einki hóskandi tilboð er í Føroyum. Tí vóna vit, at uppskotið um víðkan av Rásini fær góða undirtøku í Mentamálaráðnum og restini av politisku skipanini, og at útbyggingin kann fara í gongd skjótast gjørligt.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.