13.06.2018 - Av: fp

Søgulig bygging á Karlamagnussarbreyt

Í hesum døgum gleðast vit um at 11 fólk í næstum flyta í søguligan vardan bústað í Hoyvík. Byggingin er søgulig, tí hetta er fyrsta føroyska byggjarí yvirhøvur í suðurstreymi til hendan málbólk. Tá Eirargarður varð bygdur fyri 40 árum síðan vóru tað danskir myndugleikar, ið stóðu fyri byggingini.

   

Men ímeðan vit gleðast við teimum 11, ið hava fingið bústað, so harmast vit um støðuna á økinum. Sera stórur tørvur er á vardum bústøðum í suðurstreymi, bæði tí einki hevur verið bygt, men eisini vegna vánaligt viðlíkahald av teimum sethúsunum, ið verða brúkt til sambýlir. Í løtuni er støðan tann, at fleiri fólk eru ella skulu flyta úr sambýlum, tí tey eru í ov ringum standi at búgva í. Niðurlagda næmingaheimið hjá Skúlanum á Trøðni á Argjum verður í løtuni brúkt sum fyribilsbústaður til nøkur av teimum, og eini sethús eru keypt, sum skulu hýsa øðrum búfólkum fyribils. At arbeiða við fyribilsloysnum er ikki nøktandi hjá nøkrum. Fyrst og fremst er tað ómetaliga keðiligt hjá búfólkunum, sum hava tørv á føstum og tryggum kørmum um sítt heim, men tað er uttan iva eisini meira orkukrevjandi og kostnaðarmikið hjá tí almenna.

 

Stjórin á Almannaverkinum segði í samrøðu við KVF herfyri, at talið av fólki, ið standa á bíðilista eftir vardum bústaði í løtuni er 115, umframt at tey vita, at 120 leggjast afturat innanfyri tey komandi 10 árini. So her er sera langt eftir á mál. Onkrir glottar eru tó fyri framman. Tvey sambýlir skulu byggjast í suðurstreymi innanfyri tey næstu árini, sum skulu koma í staðin fyri tey sambýlini, ið eru í vánaligum standi. Harumframt skal nýtt hús byggjast fyri Eirargarð, ið bæði er ótíðarhóskandi og í ringum standi. Hetta fer sjálvandi at bøta munandi um støðuna hjá nøkrum av teimum, ið leiga vardan bústað frá tí almenna í løtuni, men ikki hjá teimum, ið bíða eftir bústaði.

 

Fyri at koma bíðilistanum til lívs er neyðugt, at vit byggja nógv fleiri sambýlir og búfelagsskapir í nærmastu framtíð, men tað er eisini neyðugt, at vit hugsa um onnur alternativ. Eitt, sum hevði minkað um tørvin á bygging hevði verið, um fólk kundu fáa neyðuga hjálp á einhvørjum bústaði - td í egnari íbúð. Eisini kunnu sambýlir og búfelagsskapir væl vera partur av øðrum bústaðarbyggjaríðum. Eitt gott dømi um hetta er Blikagøta í Runavík, har Almannaverkið leigar 8 av 16 íbúðum til búfelagsskap. Fleiri almennar og privatar bústaðarætlanir eru ávegis í miðstaðarøkinum í løtuni, og tað hevði verið nærliggjandi hjá myndugleikunum at hugt eftir møguleikum her. Hetta hevði eisini verið meira í tráð við grein 19 í ST sáttmálanum, ið millum annað sigur, at "fólk, ið bera brek, sleppa at velja sær bústað og velja hvar og saman við hvørjum, tey vilja liva - á jøvnum føti við onnur - og tey skulu ikki vera noydd at liva í serligum bústøðum."

 

Mynd: Hilda Poulsen


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.