14.06.2018 - Av: fp

Størsta stríði er tað almenna!

Herfyri legði ein mamma ein status út á sín Facebook vanga, har hon ger vart við, hvussu trupult tað er at hava við tær almennu skipanirnar at gera, sum av røttum skulu gera lívið betur og lættari hjá foreldrum, ið hava eitt barn, ið ber brek. Hon eftirlýsir ein “starterpack” til foreldrini, tí sum er mugu tey “fiska seg fram” til hvør hjálp er at fáa, og nógvum finna tey út av av tilvild gjøgnum onnur foreldur. Hetta ger tilveruna hjá familjuni sera trupla og ørkymlandi. Umframt at vera foreldur, so skulu tey eisini samskipa eina ørgrynnu av fyriskipanum, ið ikki tosa saman, halda eyga við heilivági og øðrum neyðsynjavørum, hava dagligt samband við sjúkrahúsverkið fyri at bíleggja tað, teimum tørvar, umframt at virka sum terapeutur av ymiskum slag. Harafturat fýlist hon á, at umsóknir taka so langa tíð at viðgera, at “man skuldi trúð at tey sveisaði alt sjálvi, sum man bestillur og setti tað sjálvi saman”.

 

Tíverri er hetta ikki eindømi. Nógv foreldur at børnum við serligum tørvi kenna seg aftur í støðuni. Herfyri hevði Javni eina legu fyri familjur við smærri børnum, ið bera brek. Evnið var týdningarmikla samstarvið millum familjuna og tær almennu stuðulsskipanirnar. Umboð frá Almannaverkinum og frá Sernám greiddu frá um teirra tænastur, og tað varð lagt upp til dialog millum stovnarnar og foreldrini. Her kom fram – enn einaferð – at familjurnar eftirlýsa eina skipan, ið er lættari at hava við at gera, og sum í ein størri mun hjálpir teimum at seta neyðugar fyriskipanir í verk. Tað liggur alt ov nógv á foreldrunum sjálvum at finna út av, hvør tørvur er, og hvagar ein skal venda sær fyri at fáa hjálp. Ferð aftaná ferð skulu foreldur ígjøgnum eina tunga og stirvna almenna skipan fyri at søkja umaftur og umaftur um ting, sum barnið vegna brekið hevur tørv á í áravís. Og tað skal rykkjast og fylgjast upp á umsóknir, sum ofta taka langa tíð at viðgerða. Tað ger ikki støðuna betur, at skipanirnar støðugt broytast, og at málsviðgerðar verða skiftir út javnan. Tann eina familjan hevði til dømis haft 10 ymiskar málsviðgerðar á Almannaverkinum, hóast dótturin bert var 7 ár. Familjurnar eftirlýsa eina betur samskipan av tænastunum, bæði fyri at tryggja samlaðu dygdina av tí, ið verður sett í verk, men ikki minst fyri at lætta um teirra umsitingarligu byrðu, soleiðis at tey í størsta mun “bara” skulu vera foreldur. Harafturat hevði tað givið ein størri tryggleika hjá familjunum at vita, at onkur annar hevði tað stóra yvirlitið, og helt um endan.

 

Sum er hevur eingin í okkara skipan yvirskipaðu ábyrgdina av at tryggja eina dygdargóða heilsuliga, menningarliga og praktiska tænastu til børn, ið bera brek. Vit hava fleiri skipanir, sum hoyra undir ymisk ráð, sum hvør í sínum lag gera sítt til at veita góðar tænastur - men ikki tosa saman. Hesi markamót tæna ikki familjunum, og eru við til at gera teirra støðu óvissa, óeffektiva og ógreiða. Myndin omanfyri er úr framløgu hjá Almannamálaráðnum, og vísir teir myndugleikar, ið ein familja, sum hevur barn við autismu skal samskifta við. Hjá familjum, ið hava barn við fjølbreki, leggjast nógv fleiri afturat!

 

Fyri trimum árum síðan byrjaði royndarverkætlanin “tann góða tilgongdin” sum hevur til endamáls at savna tænastur til foreldur og avvarðandi at børnum, sum hava autismu sum høvuðsdiagnosu. Ein av uppgávunum við verkætlanini er at veita foreldrum og avvarðandi ráð og vegleiðing við atliti til at gera gerandisdagin hjá familjuni lættari. Einaferð um árið kallar samskiparin á Almannaverkinum inn til fundar, har allir avvarandi partar saman seta út í kortið fyri komandi árið. Sjálvandi tekur hetta ikki allar byrðar av herðunum hjá foreldrunum, og uttan iva er pláss fyri betringum av skipanini, men afturmeldingarnar eru sum skilst góðar, ikki minst tí foreldrini ikki kenna seg at standa einsamøll við ábyrgdini fyri øllum.

 

Landsstýriskvinnan í Almannamálum hevur áður boðað frá, at øll børn, ið bera brek, skulu fáa eina samskipaða tænastu á líknandi hátt, sum við “góðu tilgongdini”, men hóast tað eru trý ár síðan, at verkætlanin bleiv sett í verk, so eru tað enn bert tey, ið hava autismu, ið kvalifisera seg til at fáa hesa tænastu.

 

Javni heitir staðiliga á Landsstýriskvinnuna í Almannamálum um at seta í verk samskipandi tænastu til familjur, ið hava børn við menningartarni og fjølbreki, og tað ongantíð ov skjótt! Vit MUGU hava eina skipan, ið stuðlar familjunum betur, tí í verandi skipan hokna foreldrini undir tungu byrðuni!


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.