30.08.2018 - Av: fp

Stórfingin konsert og jubleumsveitsla á 20-ára stovningardegnum hjá Ælaboganum

Leygardagin 29. septembur hevur orkestrið Ælabogin 20 ára stovningardag, og í hesum sambandi verður gjørt nógv burturúr. Um dagin verður stórfingin ókeypis konsert við gestaorkestrum, og um kvøldi verður jubleumsveitsla við góðari matarskrá og dansi.

 

Nevndin í Ælaboganum hevur sent soljóðandi innbjóðing, sum er til ØLL, sum hava áhuga at koma við til stóra dagin. Gevið gætur, at ætlar ein sær við til borðhaldið, so er neyðugt at tekna seg í seinasta lagið 14. september, og tað kostar 250 kr.:

 

Góðu tit øll, sum eru góð við Ælabogan

einstaklingar, sambýlir, búfelagsskapir, umlættingarheim og verkhús/verkstøð

 

Leygardagin 29. septembur fara vit at hátíðarhalda 20 ára stovningardag hjá Orkestrinum Ælaboganum. Í hesum sambandi hevði tað glett okkum at sæð kend andlit á gátt.  

 

Kl 16 verður jubileumskonsert við Ælaboganum umframt gestaorkestrunum GHM og Havnar Hornorkestri. Konsertin verður í Dansifrøi í Havn og er ókeypis.

 

Kl 18.30 verður jubileumsveitsla við trýrættaðari matarskrá, felagssangi, røðum, undirhaldi og dansi. Til ber at verða við til veitsluna alla sum hon er ella bara til dansin.

 

Kostnaður fyri veitsluna er 250 kr. fyri vaksin. Børn til og við 14 ár ókeypis. Hjá teimum við fylgjarakorti fær ein hjálpari ókeypis atgongd.

 

Dansurin er almennur og ókeypis.

 

Tilmelding til veitsluna ynskist í seinasta lagi 14. septembur við telduposti til annika.hoejgaard@skulin.fo við hesum upplýsingum: Navn, bústað, telefon nummar, navn á evt. fylgjara og um barn/børn eru millum tilmeldingarnar.

 

Luttøkugjald fyri veitsluna verður at flyta á konto 6460 1661460 hjá Ælaboganum. Viðmerk “veitsla” og eitt “navn”.

 

 

Við jubileumskvøðu

 

Nevndin í Ælaboganum
Malan Mortensen og Jákup Hansen


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.