09.09.2018 - Av: fp

Rigmor Dam á vitjan á Rásini

Í vikuni var Landsstýriskvinnan í útbúgvingarmálum, Rigmor Dam, og vitjaði á eftirskúlanum Rásini í Saltangará. Hetta var í sambandi við, at Rásin hevur ætlanir um at byggja út, og tvífalda næmingatalið.

 

Sum er tekur Rásin sjey nýggjar næmingar inn annaðhvørt ár, men fyri at nøkta ein størri part av tørvinum verður miðja eftir at næmingatalið skal tvífaldast, og upptøka verða hvørt ár. 

 

 

Hóast onnur tilboð til næmingar við serligum avbjóðingum eru komin seinastu árini - og tað er ómetaliga gleðiligt - so er avgjørt tørvur á eftirskúlatilboðum sum Rásini. Á Rásini verður høvuðsdentur lagdur á, at næmingarnir skulu læra at liva eitt so sjálvstøðugt og sjálvbjargi lív sum gjørligt, alt eftir fortreytunum hjá hvørjum einstøkum. "Læran til lívið", sum tey siga á Rásini, er týdningarmikið grundarlag fyri víðari útbúgving.

 

Vit fegnast um at landsstýriskvinnan er samd í, at eftirskúlatilboð til ung við menningartarni hava stóran týdning, og at hon ætlar sær at taka hetta við í tær politisku telvingarnar, ið eru fyri framman. 

 

Niðanfyri er leinkja til brotið í D&V, har vitjanin hjá Landsstýriskvinnuni verður umrødd:

 

kvf.fo/netvarp/sv/2018/09/04/20180904rasinskalutbyggjast

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.