02.10.2018 - Av: fp

Áhugafeløgini ikki ósamd

Landsstýriskvinnan í Almannamálum segði í tíðindasending í gjár, at ósemjur millum áhugafeløg er orsøkin til at sambýlið, ið skal byggjast í staðin fyri Eirargarð, ikki fær hægri raðfesting.

 

Her mugu vit koma við eini rættleiðing! Tey áhugafeløg, ið okkum vitandi eru eftirspurd í sambandi við ætlaðu umvælingarnar av Eirargarði – Javni og Heilafelagið, umframt MEGD, sum er móðurfelagið – hava ikki verið ósamd. Tvørturímóti hava feløgini verið sera samd um, at tær ætlanirnar, ið arbeitt hevur verið við frá almennari síðu, ikki hava verið nøktandi, soleiðis sum tær eru lagdar fram fyri feløgunum. 

 

At ósemjur millum áhugafeløgini hava seinkað verkætlanini er ikki rætt. Tað, sum hevur seinkað verkætlanini er, at tíð er brúkt uppá ætlanir, sum ikki rukku á mál.  

 

Í heilt stuttum hevur gongdin verið tann, at tá tær 30 mió. sum vóru játtaðar til umvælingar av Eirargarði ikki vístu seg at røkka til, bleiv arbeitt við einum nýggjum uppskotið. Ì nýggja uppskotinum skuldu 25 mió. sum vóru settar av til bústaðir til fólk við seinheilaskaða leggjast afturat verkætlanini, og Eirargarður byggjast um og út fyri 55 mió. Stovnurin skuldi hava 36 búpláss, harav 9 skuldu hýsa fólkum við seinheilaskaða. Hvørki Javni ella Heilafelagið tóku undir við uppskotinum soleiðis sum tað tá var lagt fram og gjørdu sínar viðmerkngar til uppskotið, og landsstýriskvinnan avgjørdi síðani at sleppa umvælingarætlanunum, og heldur byggja nýtt. 

 

Vardir bústaðir hava verið niðurraðfestir í alt ov langa tíð. Vit heita staðiliga á politiska myndugleikan um at fara undir at byggja ætlaðu vardu bústaðirnar beinanvegin - og seta neyðuga játtan av!

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.