03.10.2018 - Av: fp

Vit sóknast eftir seljarum til familju-álmanakkan í Havn

Vit mangla seljarar til onkrar rutur í Havn, so vilt tú hjálpa okkum at selja, vinarliga set teg í samband við Javna, antin við at stókka inn á gólvið á Hoydalsvegi 42, ringja á tel. 208090 ella skriva okkum ein teldupost á skriv@javni.fo

 

Vit fara aftur hesuferð at trekkja lut um ein ordiliga góðan vinning millum seljararnar. Vinningurin hesuferð er ein spildurnýggj HP Pavilion x360 2-in-1 telda frá Elding, sum hevur eitt virði á kr. 8.499. Harumframt fær vinnarin eisini eina tasku til telduna.

 

Tú fært ein ‘lutaseðil’ fyri hvønn álmanakka sum tú selur, so tað er ein fyrimunur at selja so nógvar sum gjørligt. Trekt verður ímillum teir seljarar, ið eru lidnir at selja 31. oktober 2018.

 

Vit bjóða

  • 15 kr. av hvørjum seldum álmanakka 
  • Tey, ið ikki ynskja samsýning fáa ein álmanakka sum takk fyri ómakin
  • vit trekkja lut um ein ordiliga góðan vinning ímillum seljararnar 

 

Vit krevja

  • at seljarar eru álítandi fólk, sum eru góð við Javna
  • at seljarar yngri enn 14 ár skulu fylgjast við vaksnum
  • at seljarar BERT selja á rutuni, sum tey hava fingið tillutað

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.