09.11.2018 - Av: fp

Para-Ítróttardagur

Sunnudagin 11. november kl. 13:30-15:30 verður spennandi ítróttardagur í høllini í Hoyvík, har møguleiki verður at royna ymiskar ítróttargreinar og spøl.

 

Tiltakið er ætlað at kunna um, og vísa á, hvørjir møguleikar eru at íðka ítrótt í Føroyum, tá ein hevur virkistarn - og at koma í samband við møgulig framtíðar ítróttarfólk. Umframt at fólk sleppa at royna seg innan ymiskan ítrótt verður ymiskt annað stuttligt á skrá. Signar í Homrum fer at spæla nakrar sangir, og fimleikaliðið Loppurnar fara at framføra eina seriu. Luttakarar fáa ábit og eina t-shirt. Familja, vinir, stuðlar og onnur áhugað eru eisini vælkomin. Tiltakið er ókeypis, og tekning er ikki neyðug.

 

Sí lýsingina frá Parasport her 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.