22.11.2018 - Av: fp

Súsanna og Sámal vunnu telduna

Í dag var lutakast millum okkara kalendaraseljarar um fínu telduna. Tróndur og Mortan, sum starvast á Virkni, trýstu á knøttin, sum fann vinnaran.

 


Heppnu vinnararnir blivu Súsanna Johannesen og Sámal Eystan Á, sum búgva í Havn.

 
Tað var Súsanna, sum tók telefonina, tá vit ringdu fyri at fortelja henni, at teirra nummar var trekt. Hon bleiv offarin og glað, og hon fortaldi, at hetta kom væl við, tí teldan hon hevur er ein gomul, sum hon hevur arvað frá mammuni.

  

Javni var framvið hjá heppnu vinnarunum við telduni seinnapartin.

 
Vit takka Trónda og Mortan fyri hjálpina við at finna vinnaran, og ynskja Súsonnu og Sámal hjartaliga tillukku við nýggju telduni.

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.