17.12.2018 - Av: fp

Uppskot til Herðaklappið 2019

 

Javni vil fegin hava uppskot frá tykkum um, hvør skal hava Herðaklappið 2019 frá Javna. Herðaklappið verður við jøvnum millumrúmum latið persóni ella felagsskapi, sum á onkran hátt hevur lagt merkisvert arbeiði eftir seg, fólki við menningartarni at frama.

 

Send okkum nøkur orð, ið lýsa, hví júst hesin persónurin ella felagsskapurin í uppskoti átti at fingið Herðaklappið. Uppskot skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 15. januar 2019.

 

Hesi hava áður fingið Herðaklappið:

  

  • 2003: Jóannes Jacobsen, fyri at rudda slóð við at stuðla, og menna luttakarnar í M´as  Blues Band og gera fólk við menningartarni kend runt alt Føroya land.
  • 2004: Ragnhild Dahl fyri hennara ótroyttiliga arbeiði teirra menningartarnaðu at bata.
  • 2006: Finn og Diana í Puntabyrgi, fyri í mong ár at hava stríðst fyri øllum teimum menningartarnaðu í Føroyum.
  • 2007: Ásmundur Lamhauge, skúlastjóri í Runavíkar skúla, fyri við ídni at hava virkað fyri, at børn við breki fáa eitt virðiligt skúlatilboð í Runavíkar kommunu.
  • 2008: Annika Højgaard, orkesturleiðari í Ælaboganum, fyri at verða drívmegin handan tónleikabólkin.
  • 2010: Zarepta, fyri at skipa fyri legu fyri fólk við breki á hvørjum ári
  • 2013: Okkara lega í Nesvík, fyri at skipa fyri legu fyri fólk við breki á hvørjum ári 
  • 2014: Ráðgevaratoymið á barna & ungdómsdeildini í Tórshavnar Kommunu, fyri miðvíst arbeiði á inklusiónsleið hjá børnum og ungum í kommununi.
  • 2018: Nena Jákupsdóttir, fyri arbeiði við fimleikaliðnum Loppunum hjá Ljósinum.

 

 

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.