15.01.2019 - Av: fp

Javnacruise 11. -18. august

Vit vita at fleiri eru spent uppá at frætta nærri um Javnacruise 2019, so her kemur eitt sindur av kunning. Neyvari kunning kemur seinni.

 

Túrurin verður í døgunum 11.-18. august, og aftur hesaferð gongur leiðin við Norrønu til Hirtshals, harfrá vit koyra við bussi til frítíðardepilin Slettestrand, ið liggur í Fjerritslev við vesturstrond Jútlands. Tað tekur umleið ein tíma at koyra frá Hirtshals til Fjerritslev. Feriecenter Slettestrand bjóðar eina røð av aktivitetum, og tey leggja seg eftir at vera serliga handicapvinarlig, bæði tá talan er um atkomu sum heild, og luttøku í aktivitetum. Har er til dømis heitur svimjihylur, sauna, fitnessrúm, og møguleiki fyri at leiga mountainbikes og hestar, og gera útferðir í hestavogni. Pannukøkukvøld og ‘festaften’ verða eisini á skrá. Vit gista í íbúðum, har pláss verður fyri 3-6 fólkum í hvørjari íbúð. 

Ferðaskrá:

  • Fráferð úr Tórshavn 11. august kl. 23.30
  • Koma til Hirtshals 13. august kl. 09.30
  • Fráferð úr Hirtshals 17. august kl. 15.30
  • Koma til Tórshavn 18. august kl. 22.30

Prísurin er ikki heilt uppá pláss enn, men hann kemur at liggja um kr. 3.800 fyri hvønn vaksnan ferðandi, sum er limur í Javna, og 1/2 prísur fyri børn 3-11 ár. Tey, sum hava fylgjarakort frá Megd, fáa ein fylgjara við fyri umleið kr. 2.200. Fyri ferðandi, sum ikki eru limir hjá Javna, verður prísurin eitt sindur hægri. Íroknað prísin er sigling við Norrønu, bussur í DK, gisting og full ‘forplejning' á Feriecenter Slettenstrand. Matur umborð á Norrønu, møguligar útferðir o.a. í Danmark er ikki við í prísinum. 

 

Tit síggja meira um frítíðardepilin á teirra heimasíðu www.slettenstrand.dk.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.