04.02.2019 - Av: fp

Fyrsta endaliga prógvið á serbreytini

Í dag var stórur dagur í Klaksvík, har fyrsti næmingurin við serbreytaprógvi fekk húgvuna á høvdið. Jón T. Niclasen byrjaði á serbreytini í august 2016, og hevur tikið OCN prógv umframt prógv sum gastronomhjálpari við sera góðum úrsliti.

 

 

Jón T. Niclasen úr Miðvági skrivaði í dag søgu, tá hann sum fyrsti føroyski næmingurin á Serbreytini fekk handað endaligt OCN-prógv og fekk grønu serbreytahúgvuna á høvdið. "Open College Network" er eitt prógv, sum fæst í samstarvi millum skúla og starvsvenjing ella lærupláss. Endamálið er, at næmingurin fær eitt fult gildugt prógv fyri sínar førleikar, sum ger tað møguligt hjá næminginum at søkja arbeiði. 

 

Umframt OCN-prógvið hevur Jón eisini lokið prógv sum gastronomhjálpari, við sera góðum úrsliti. 

 

Vit ynskja Jóni so hjartaliga tillukku við próvnum, og alt tað besta víðari fram á lívsleiðini.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.