05.02.2019 - Av: fp

Miðnámskúlin á Kambsdali opið hús

Mikukvøldið 6. februar hevur miðnámsskúlin á Kambsdali opið hús. Næmingar, foreldur og onnur eru vælkomin á gátt hjá serbreytini og síggja hølini og hoyra um serbreytina. Enn er ikki vist hvussu nógvir næmingar verða tiknir inn til næsta skúlaár, men 6 næmingar verða lidnir komandi summar.

 

Tiltakið byrjar klokkan 18.

 

Á Kambsdali eru sjey ymiskar miðnámsbreytir. Búskapar-, fyrireikingar- hug-, náttúru- og serbreyt og FHS yrkisnám umframt nýggi norðuratlantiski studentaflokkurin, sum ferðast millum fýra lond uppá trý ár. Kunnað verður sjálvandi eisini um musikkskúlamiðnám, ítróttarmiðnám, ungt virki, FabLab, skúlakór o.a. sum eyðkennir skúlan á Kambsdali.

 

Høvi verður at hitta næmingar, lærarar, lestrarvegleiðarar og orðblindalærarar.

 

Frá 18 til 19 og frá 20 til 21 verður møguleiki at vitja básar, sum kunna um ymisku breytirnar, lærugreinarnar og tilboðini á skúlanum. Tá eru sjálvandi øll serhøli skúlans eisini opin. Millum 19 og 20 verður felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki.

 

Skráin fyri kvøldið:

 
Kl. 18:00 Dyrnar og kunningarbásar lata upp

Kl. 19:00 – 20:00 Felagstiltak í Auluni við samrøðum og tónleiki

Kl. 20:00 – 21:00 Kunningarbásar hava opið.

 

Freistin at søkja inn á miðnám er 15. mars.

 

Á myndini eru serbreytanæmingarnir á Kambsdali, tá tey fingu OCN prógv á jólum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.