12.02.2019 - Av: fp

Spyr Meg skeið á Svangaskarði

Í vikuskiftinum 2-3. mars skipa Spyr Meg og Javni fyri spennandi skeiði á Svangaskarði. Vit fara millum annað at læra um mannarættindi, og um hvat tað vil siga at hava ávirkan gjøgnum sjálvs- og samavgerðarrætt. Og sum nakað heilt nýtt og spennandi fara vit hesuferð eisini at hava sjónleikaraskeið, har luttakararnir á ein stuttligan hátt fara at læra at traðka fram.

  • Hvar: B68 húsið á Svangaskarði
  • Nær: Leygarmorgum 2.mars til sunnudag 3.mars
  • Hvør: Fólk við menningartarni
  • Tekning: Í seinasta lagið leygardagin 23.februar
  • Kostnaður: kr. 300

  

Umboð frá Javna fer at greiða frá um ST-sáttmálan, og umboð frá Spyr Meg fara at hava framløgu um sjálvs- og samavgerðarrætt, og tey koma eisini inn á hvussu eitt demokrati virkar, og hví vit fara á val. Seinnapartin leygardagin verður spennandi sjónleikaraskeið við Sóley Danielsen, ið er sjónleikari. Umframt hetta, so verður sjálvandi eisini hugni á skránni, og leygarkvøldið fara vit út at eta ein góðan bita. Kostnaðurin fyri skeiðið er einans kr. 300.

 

Pláss er fyri umleið 15 luttakarum, sum gista á Svangaskarði, í góðum dupultkømrum. Um onkur ikki ynskir at gista, men bara at vera við á skeiðnum ber tað eisini til. Fólk frá Javna og Spyr Meg verða við alla tíðina, men skal onkur hava eyka hjálp er neyðugt at hava hjálpara við sær.

 

Tey, ið kundu hugsað sær at luttikið á hesum spennandi og mennandi skeiði kunnu venda sær til Javna, annaðhvørt við at ringja til okkara á tlf. 208090, ella við at senda okkum ein teldupost til skriv@javni.fo ella javni@javni.fo.

 

Skrá

(broytingar kunnu koma fyri)

 

Leygardagin 2. mars

 

Kl. 9-10  Vælkomin og morgunmatur
Kl. 10-11Um ST-sáttmálan
Kl. 11-12At hava ávirkan á sítt lív
Kl. 12-13Døgurði
Kl. 13-17Sjónleikaraskeið v/Sóley Danielsen
Kl. 19Nátturi, café Cibo

 

Sunnudagin 3. mars

 

Kl. 9-10  Morgunmatur
Kl. 10-12Vit taka samanum
Kl. 13Døgurði
Kl. 14Liðugt 

 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.