04.03.2019 - Av: fp

Freistin at søkja inn á serbreyt á miðnámi er 15. mars

Um tú ætlar tær á miðnám eftir summarfrítíðina, so er freistin at senda umsóknina 15. mars. Serbreytirnar á Glasi í Havn, Miðnámi á Kambsdali, og á Tekniska skúla í Klaksvík taka nýggjar næmingar inn í august.

 

Serbreytirnar eru eitt 4-ára skúlatilboð, ið er ætlað ungum, ið eru tarnað at gjøgnumføra miðnám undir vanligum treytum. 

 
Yvirskipaða málið við serbreytini er at geva ungum við serligum avbjóðingum møguleika at nýta sínar gávur og førleikamenna seg út frá tí støði, tey eru á. Innihaldið á serbreyt er lagað eftir førleikanum hjá einstaka næminginum og miðar móti serstøkum serbreytarprógvi. 

 

Tit kunnu lesa meira um serbreytirnar á heimasíðunum hjá skúlunum

 

www.glasir.fo
www.kambsdalur.fo
www.tsk.fo

 

Umsóknin verður latin inn á www.innskriving.fo (Umsóknarblað til miðnám 2019). 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.