20.03.2019 - Av: fp

Altjóða Down Syndrom dagur

Hósdagin 21. mars fara vit saman at varpa ljós á altjóða Down syndrom dagin. Við heitinum 'Set ongan eftir', sum tekur støði í teimum 17 heimsmálunum hjá ST, bjóða fyrireikararnir ØLLUM við oman á Reinsaríðið kl. 16-18.30 til eina hugnaliga og stuttliga løtu. Bubu kemur at vitja saman við onkrum kendum persónum.

 
Vit bjóða ein drekkamunn, køku og pizzasniglar, og sjálvandi verður møguleiki at fáa sær bláar negl. Eisini verður møguleiki at fáa andlitsmáling. Kom við, ung sum gomul - og øll har ímillum. Tiltakið er ókeypis.

 

Fleiri matstovur lata 10-20% avsláttur 21. mars til tey, ið hava bláar negl - hygg á teirra síður:
- Kafé Kaspar í Havn
- Steikin í Havn
- Café Cibo í Runavík
- Jacqson í Klaksvík
- Hvonn í Havn
- Kaffihúsið í Havn
- Glasstovan á Tvøroyri bjóðar kaffi og køkur til serprís og nógv spennandi og ókeypis verður til børnini.
 
Eisini lata hesar vakurleikastovur avsláttur til tey, ið fáa sær bláar negl:
- Adore í Havn ger blátt shellac fyri 300 kr, og Vinylux fyri 100 kr. frá 18.-21. mars.
- Avera í Klaksvík bjóðar bláa lakkering av negl fyri 200 kr frá 19.-21.mars.
- Stjørnuskotið í Havn letur 20% av bláum shellac og neglalakki í Make Up Store
- Madame í Klaksvík letur 30% av gelé lakkering 20 og 21, og ókeypis 'drop in' at fáa sær bláar negl millum 14-17 tann 21.
- Divine - Hárfríðkan bjóðar vanligar bláar shellac viðgerðir fyri 220kr (vanligur prísur 350kr) og forlongdar bláar gelenegl fyri 550kr (vanligur prísur 795kr)


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.