21.03.2019 - Av: fp

Móttøka fyri Special Olympics-liðnum

Parasport skipar fyri almennari móttøku á flogvøllinum, nú føroysku ítróttafólkini koma heim frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi. Føroyingarnir hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum.

 

Móttøkan verður fríggjadagin 22. mars kl. 16.15 í móttøkuhøllini á flogvøllinum.

 

Føroysku ítróttafólkini koma til Føroya við flogfarinum RC465, og eftir ætlan lenda tey kl. 16.15.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.