26.03.2019 - Av: fp

Móttøka fyri Special Olympics-liðnum fríggjadagin 29. mars kl. 16

Vegna storm og avlýsing av flogferðsluni varð móttøkan, ið verða skuldi fyri Special Olympics liðnum fríggjadagin 22. mars útsett. 

 

Nú føroysku ítróttafólkini eru komin heim í øllum góðum frá Special Olympics World Games í Abu Dhabi skipar Parasport Føroyar fyri

 

almennari móttøku í ÍSF-húsinum fríggjadagin 29. mars kl 16.00.

 

Okkara røsku ítróttafólk hava, sum kunnugt, bæði sett persónlig met og vunnið fleiri heiðursmerkir á leikunum. Vit eru sera errin av teimum.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.