02.04.2019 - Av: fp

Ársveitslan verður 11. mai

Ársveitsla felagsins verður 11. mai kl. 18 í Hólmahúsunum á Eiði. Sum altíð, so verður góður matur, stuttligt borðhald, og dansur.

 

   

Tekning

Tekning til veitsluna fer fram hjá Javna við at ringja tlf 208090. Eisini ber til at tekna seg við at senda ein teldupost til skriv@javni.fo ella til javni@javni.fo. Vinarliga upplýs okkum navn og bústað, um tú ert koyristólsbrúkari, og um tú ert limur í javna. Lat okkum eisini vita um tað er onkur matur, ið tú ikki tolir. Um tú hevur tørv á at fylgjari er við er hesin uttan kostnað, um tú upplýsir okkum nummarið á fylgjarakortinum. Tekning til veitsluna skal gerast hjá Javna í seinasta lagi 3. mai.

 

Gjaldið fyri veitsluna skal flytast á konto hjá Javna nr. 6460-153.962.2. Minnist til at viðmerkja 'veitsla' + navn, tí annars er ringt hjá okkum at halda skil á, hvør hevur goldið.

 

Kostnaður 

  • Vaksin

    Limir í Javna kr. 350,-
    Ikki limir í Javna kr. 450,-
  • Børn og ung

    0-9 ár ókeypis
    10-16 ár kr. 150,-
  • Fylgjarar

    Ókeypis, um gesturin hevur fylgjarakort frá MEGD.

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.