08.04.2019 - Av: fp

Nýtt sambýli skal byggjast á Argjum

Í seinastu viku varð uppskotið um at byggja nýtt sambýli til fólk við menningartarni og fjølbreki borið í Tingið. Byggjast skal eitt heim til 18 fólk í Reynstúni á Argjum, og verður kostnaðurin í mesta lagið um 44 mió. kr. Eftir ætlanini verður spakin settur í um eitt ár, og tað verður klárt at flyta inn í september 2022.

 

 

Tilgongdin til uppskotið hevur verið drúgv, og byrjaði við eini ætlan um at høvuðsumvæla Eirargarð. Hugt varð eftir ymiskum loysnum, men niðurstøðan varð, at skilabest var at byggja heilt nýtt sambýli. Nakrar ábøtur og dagføringar verða tó gjørdar á bygningarnar á Eirargarði, soleiðis at umstøðurnar hjá búfólkunum verða betur. Tað vit skilja, so er tamarhald nú á støðuni við ringari inniluft og soppi. Tekjur eru skiftar, og nýggj luftskiftisskipan er løgd. Nøkur baðirúm afturat skulu eisini gerast í næstum. Hesar umvælingar verða gjørdar, uttan at fólk verða flutt av Eirargarði. Tó verður neyðugt við nøkrum innanhýsis flytingum.

 

Tað eru MAP arkitektar, sum tekna nýggja sambýlið. Sambært skipanaruppskotinum verður samlaða fermetratalið 1.314, skipað í tríggjar eindir. Tvær búeindir við nýggju íbúðum hvør, umframt felagshølum, við eini felagseind í miðjuni. Tvær íbúðarstøddir verða í sambýlinum. Tann størra íbúðin verður 36,8 m2, og er egnað til fólk við tyngri røktartørvi. Hin minna íbúðin verður 30,9 m2, og er egnað til fólk við lættari røktartørvi. Í felagseindini verða starvsfólkahølir, felagskøkur, vaskarí, tøknirúm, sansarúm, og toilett til gestir. Ætlanin er at gera uttanumøkið soleiðis, at gøta gongur runt um húsini. Eisini skulu gerast nakrir pallar, har sansirnir kunnu verða stimbraðir á ymsan hátt, millum annað við rennandi vatni. Tey, sum í dag búgva á sambýlinum á Eirargarði 16 fáa framíhjárætt til ein bústað í nýggja sambýlinum.

 

Sum heild dámar okkum uppskotið væl, og vit gleðast um nýbyggingina. Komandi vikurnar verður uppskotið fínpussað, áðrenn sjálv projekteringin fer í gongd.

  

Skipanaruppskotið við tilhoyrandi skjølum liggur á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo - Vanlig tingmál – mál nummar 173/2018.

 

 


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.