15.04.2019 - Av: fp
Fullteknað til ársins Javnacruise
Nú er fullteknað til ársins Javnacruise. Freistina at tekna seg varð sett til 30. apríl, men vit eru nú komin upp á fult tal, og fáa tíverri ikki tikið ímóti fleiri tilmeldingum, tí har eru ikki fleiri tøkar íbúðir á frítíðardeplinum.
Onkrar broytingar kunnu koma fyri, so um tað er onkur, ið ætlaði at tekna seg, men hevur verið ov seinur í vendingini, so eru tit hjartaliga vælkomin at skriva tykkum á bíðilista.