19.04.2019 - Av: fp

Detta okkara børn niður ímillum á Sernámi?

Seinastu dagarnar hava fleiri familjur, ið hava eitt barn við málsligum avbjóðingum, harðliga átalað framferðarháttin hjá Sernámi, nú málsliga ráðgevingin til teirra barn er steðgað. Talan er um børn og ung, sum hava arbeitt eftir sonevnda Karlstadmodellinum. Tað serstaka við hesum arbeiðsháttinum er í stuttum, at hann leggur dent á, at málmenning er ein náttúrligur partur av dagligdegnum hjá barninum, og at fleiri av teimum, ið eru um barnið, eru við í menningartilgongdini. Leikluturin hjá ráðgevanum hjá Sernámi hevur verið at ráðgeva teimum, sum eru um børnini, og at samskipa arbeiði. Familjurnar siga, at arbeiðshátturin hevur sett ferð á menningina hjá teirra børnum. Tey síggja ítøkilig úrslit og framgongd, og standa tí spyrjandi, nú Sernám steðgar ráðgevingini til teirra.

 

 

Men Sernám sigur seg ikki finna pláss til júst henda arbeiðsháttin, tí stovnurin skal umskipast, og arbeiðshátturin skal vera torførur at sameina við nýggja bygnaðin á Sernámi.  

 

Tá Sernám vendir einum arbeiðshátti baki, sum setur ferð á menningina hjá børnum við stórum menningarligum og málsligum avbjóðingum, so ringja okkara ávaringarklokkur! Um bygnaðurin ikki kann sameinast við teir arbeiðshattir, sum gera mun hjá okkara børnum og ungum, so er eftir okkara tykki neyðugt at fara aftur til tekniborið, og hyggja eftir, um ætlaði bygnaðurin er tann rætti!

 

Sernám er tann almenni stovnurin, ið skal veita ráðgeving til børn og ung við ymiskum avbjóðingum, og tað er av alstórum týdningin, at stovnurin er vælvirkandi, soleiðis at hann kann vera primus motor fyri menningina gjøgnum barna og ungdómsárini. Tað, sum fer fram á Sernámi í løtuni er ikki sørt ørkymlandi. Stovnurin fekk fyri góðum ári síðan nýggjan stjóra, og hevur síðan verið í eini umskipanartilgongd, sum tað tíverri ikki hevur eydnast okkum at fingið innlit í fyrr enn fyri fáum døgum síðan, hóast vit áhaldandi hava roynt at fingið leiðsluna í talu. Leiðslan hevur nú kunnað okkum um nýggja bygnaðin, har ráðgevingin í høvuðsheitum skal skipast út frá fýra økistoymum, ið hvørt skal veita ráðgeving í einum avmarkaðum økið í landinum. Sum vit skilja, so skulu hesi økistoymið hava so mikið generellar førleikar, at tey kunnu veita eina javna tænastu um alt landið, og taka sær av øllum ‘vanligum’ avbjóðingum. Hetta er helst ein líknandi tænasta sum vit úr okkara grannalondum kenna sum PPR (Pædagogisk Psykologisk Ráðgeving). Harafturat verður møguliga eitt fimta toymið – sertoymið - ið helst skal arbeiða landsdekkandi, men tað var ikki okkara fatan, at fastir lunnar vóru lagdir undir hetta toymið, og tað er ógreitt, hvørjir fakligir førleikar skulu liggja í toyminum.

 

Nógv dugnalig fólk starvast á Sernámi, og uttan iva kunnu hesi økisdekkandi PPR-toymini gera eitt sera gott arbeiði í sínum øki, men tey børnini, sum Javni varðar av, kunnu sjálvdan flokkast undir ‘vanligar’ avbjóðingar, og vit hava ilt við at síggja, at eitt breitt PPR er eitt nøktandi tilboð til hesi børnini. Her er ofta neyðugt við serkunnleika. Vit eftirlýsa eina greiða visión fyri tann partin av ráðgevingini, ið umfatar hesi børnini, og eina lýsing av, hvussu nevnda sertoymið ætlandi skal skipast.

 

Men alt týður uppá, at leiðslan á Sernámi ikki ætlar, at samskiftisráðgevingin til tey, ið tørva hana mest, skal liggja í hesum sertoymi, tí í kjalarvørrinum á broytingunum á Sernámi hava áður nevndu familjur í stuttum skrivi fingið at vita, at málsliga ráðgevingin frá stovninum verður kvett, dag frá degi, uttan at familjurnar fáa at vita, hvat ætlanin er at seta í staðin.

 

Vit eru stórliga bangin fyri, at núverandi umskipanir á Sernámi lata børn og ung við stórum avbjóðingum detta niður ímillum, tá talan er um at menna samskiftisførleikar. Og lata vit tey detta niður ímillum, so taka vit frá teimum ein av týdningarmiklastu hornasteinunum undir luttøku í samfelagnum, møguleikan fyri støðugt at læra og mennast, at brúka sín sjálvsavgerðarrætt, og fyri inkludering. Somuleiðis hongur førleikin at samskifta saman við trivnaði sum heild, og vit vita, at børn við máltrupuleikum eru meira útsett fyri at fáa sálarligar trupuleikar, eingist ella tunglyndi sum vaksin. Tað er fyri okkum sjálvsagt, at ein so týðandi førleiki sum samskifti eigur at fáa hægstu raðfesting á Sernámi, og vit kunnu als ikki góðtaka framferðarháttin.

 

Vit vilja inniliga heita á Sernám og á politisku skipanina, ið varðar av stovninum, um at skipa stovnin soleiðis, at atlit eisini verður tikið til tey børnini, ið ikki bert hava ‘vanligar’ avbjóðingar, men tørva áhaldandi vegleiðing og stuðul fyri at mennast. Vit mæla til, at stovnurin verður skipaður út frá tørvinum hjá teimum, ið hann skal ráðgeva, og at karmarnir verða lagdir eftir hesum – ikki øvugt. Vit heita somuleiðis á leiðsluna á Sernámi um at hava eitt størri gjøgnumskygni í sínum arbeiði enn higartil, vísa størri opinleika, og at tey taka tey við uppá ráð, ið stovnurin skal vera har fyri.

 

Og at enda heita vit á Sernám um at taka avgerðina um at steðga vegleiðingini eftir Karlstadmodellinum aftur, og skipanarliga leggja hana í ætlaða landsdekkandi sertoymið beinanvegin, soleiðis at familjurnar runt um í landinum kunnu arbeiða víðari eftir leistinum, ið ger so stóran mun fyri menningina av teirra børnum.   


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.