25.04.2019 - Av: fp

Karlstadmodellið

Um onkur hevur fingið hug at seta seg nærri inn í Karlstadmodellið, sum Sernám ikki sigur seg kunna sameina við nýggja bygnaðin á stovninum, so er eitt gott byrjunarstøði at lesa bókina 'Komið í gongd við Karlstadmodellinum'.

 

Í sambandi við, at Mentamálaráðið skýrdi 2018 at verða málmenningarár fekk Javni stuðul úr Mentamálaráðnum at týða bókina úr norskum. Vit valdu at týða hesa bókina, tí vit síggja, at hetta modellið at arbeiða við málmenning gevur ítøkilig úrslit.

 

Bókin er ein innleiðslubók til Karlstadmodellið, sum er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum, ungum og vaksnum við máltrupulleikum, í barnagarði, skúla og bústaði, teimum ið taka avgerðir í barnagarði og skúla, umframt foreldrum og næstringum hjá barninum við málsligum trupulleikum.

  

Karlstadmodellið er fyrst og fremst júst eitt modell – og ikki ein háttur at undirvísa eftir. Karlstadmodellið er grundað á eina humanistiska menniskjafatan og fimm námsfrøðiligar meginreglur fyri læring hjá børnum við málsligum trupulleikum. Modellið hevur nógv uppskot til verkligar ætlanir um málvenjingar grundaðar
á hesar meginreglur, og ástøðið um málsligu menningina hjá børnum. Harafturat er Karlstadmodellið eitt modell, grundaður á familjuna, men fevnir eisini um eitt háttalag til netverk. Visiónin er at fremja eitt gott lív fyri tann einstaka við virðing, luttøku og javnvirði fyri at skapa eitt meiri menniskjaligt samfelag fyri okkum øll. 

 

Karlstadmodellið leggur dent á, at tað er eingin 'rættur' máti at venja mál. Vit eru øll einstaklingar, sum samskifta, læra og menna okkum á ymiskan hátt – tað má virðast. Tí er tað grundleggjandi í Karlstadmodellinum at laga seg til tann einstaka. 

 

Eitt eintak av bókini í lágupploysn kann heintast >her<. Myndir o.a. síggjast ikki so væl. Bókin fæst til keyps hjá Javna og í bókhandlunum, og hon kostar 198 krónur.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.