29.04.2019 - Av: fp

Ráðstevna Kná børn í Norðurlandahúsinum 3. mai 2019

Í innbjóðingini siga fyrireikararnir, at øll børn í Føroyum í dag ikki hava javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum, tí at almennu og kommunalu skipanirnar í ov stóran mun svíkja. Viðkomandi almennir, kommunalir og privatir felagsskapir hava tikið seg saman um ráðstevnuna Kná børn.

Almannaverkið tók í vár stig til, at viðkomandi partar, sum hava við børn og ung at gera, skipa fyri eini ráðstevnu, sum kastar ljós á viðurskiftini hjá børnum og ungum í Føroyum. Úrslitið er ráðstevnan Kná børn, sum partarnir heilhugaðir og fullir av orku hava tikið lut í.

 

Endamálið við ráðstevnuni Kná børn er, at hon skal seta gongd á eitt arbeiði, sum skal tryggja, at øll børn og ung í Føroyum, rættstundis, fáa javnbjóðis møguleikar at standa seg í lívinum. Á ráðstevnuni verða fakligur íblástur, fyrilestrar, persónligar frásagnir, kjak og sjónleikur. 

 

>Innbjóðing<

>Skrá<


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.