03.05.2019 - Av: fp

Vegleiðingin eftir Karlstadmodellinum heldur áfram og verður víðka

Leiðslan á Sernámi hevur í skrivi til foreldur í gjár boðað frá, at útlit nú eru fyri, at ein landsdekkandi tænasta innan Karlstadmodellið kann gerast í Føroyum. Tænastan skal útbyggjast, og ráðgevingin, ið hevur verið, heldur áfram.

 

Saman við Mentamálaráðnum og landsstýriskvinnuni Honnu Jensen hevur leiðslan á Sernámi tikið avgerð um, at henda tænasta til børn og ung, ið hava munandi málsligar og menningarligar avbjóðingar, skal halda áfram og víðkast.

 

Starvsfólk byrja eftirútbúgving innan Karlstadmodellið í heyst. Útbúgvingin tekur 3 ár, og Sernám væntar tí, at nakað av bíðitíð kann væntast, áðrenn tænastan verður heilt landsdekkandi.

 

Tað er sera gleðiligt, at Sernám nú miðjar eftir at víðka tænastuna til børn og ung við menningartarni og stórum málsligum avbjóðingum. Ein vælvirkandi serráðgeving til okkara børn og ungu við tarni, og ikki minst til okkum, sum vara av teimum, er so sera týdningarmikið.

 

At hava førleikar at samskifta er ein av týdningarmiklastu hornasteinunum undir luttøku í samfelagnum, fyri støðugt at læra og mennast, at brúka sín sjálvsavgerðarrætt, og fyri inkludering. Somuleiðis er tað sjálvsagt, at førleikin at samskifta hongur saman við trivnaði sum heild.

 

Vit síggja, at arbeiðshátturin við Karlstad setur ferð á menningina av børnunum, og familjurnar síggja ítøkilig úrslit av arbeiðinum. Tað góða við modellinum, sæð frá familjunar sjónarhornið, er, at øll, sum eru um barnið verða tikin við í eina skipaða menningartilgongd, sum er tillagað einstaka barninum. Familjan verður tikin við sum ein aktivur partur av menningartilgongdini, og venjing verður ein partur av dagligdegnum saman við barninum. Sæð frá sjónarhorninum hjá ‘skipanini’, so fæst so ómetaliga nógv meira venjing fyri ‘pengarnar’, tí fleiri eru um uppgávuna.

 

Vit vita ikki enn, hvussu ætlanin er at skipa serráðgevingina í nýggja bygnaðinum á Sernámi. Vit hava tó bæði yvir fyri leiðsluni á Sernámi og yvir fyri Mentamálaráðnum víst á, at vit av royndum síggja, at ‘vanlig’ sernámfrøði ikki røkkur hesum børnum í nóg stóran mun, og at tey detta niður ímillum í einum ráðgevaratoymi við generellum førleikum. Til hesi børn kann eitt serfakliga sterkt og landsdekkandi sertoymi veita eina munabetri ráðgevingartænastu.

 

Hjá Javna eru vit sera takksom fyri at leiðslan á Sernámi og Mentamálaráðið hava lurta eftir Javna og foreldrunum, ið saman hava víst á stóra týdningin av eini hollari serráðgeving til okkara børn og ung, ið bera brek.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.