06.05.2019 - Av: fp

Skulu tey á Eirargarði nú aftur bíða?

Vit fegnaðust, tá lógaruppskotið um nýtt sambýlið í Reynstúni varð borið í Tingið herfyri. Tilgongdin til uppskotið var drúgv, men nú sá verkætlanin góð út frá øllum sjónarhornum. Vit fegnaðust eisini um jaliga orðaskifti í Tinginum, tá málið var til 1. viðgerð. Tingfólk fegnaðust um eitt væl fyrireika uppskot, og tyktust sum heild at vera samd um, at sjálvandi skal nýtt sambýlið byggjast, og tað ongantíð ov skjótt. Málið varð beint í fíggjarnevndina – og har liggur tað enn, hóast Tingið nú er farið í summarfríð!

 

Vit standa spyrjandi. Hví er lógin ikki komin aftur í Tingið og samtykt, soleiðis at byggingin kann fara í gongd? Skulu búfólkini á Eirargarði nú aftur bíða eftir virðiligum bústaði? Tíðin er langt síðan farin frá Eirargarði sum karmur um bústað, so hesi fólkini mugu fáa ein ordiligan bústað nú!

 

Hvat er orsøkin til at lógin ikki er komin víðari? Vit vóna staðiliga ikki, at landsins leiðsla ætlar at útseta ella steðga byggingin av hesum sambýlinum. Vælsignaðu tingfólk, standi nú saman. Loysið hetta týdningarmikla mál frá øllum parta- ella økispolitiskum telvingum, og latið heldur ikki fyrrverandi byggibrølarar steðga hesum, um tað er har, knúturin situr. Vit vóna veruliga, at lógin er ávegis, og verður samtykt áðrenn Ólavsøku. Fólkini á Eirargarði hava bíða alt ov leingi eftir einum ordiligum bústaði.


 
 
 
 
Javni, Hoydalsvegur 42
Postboks 1133, 110 Tórshavn
Tlf.: 208090 javni@javni.fo
Skrivstovan er opin:
týsdag, mikudag og hósdag frá kl. 10.00 til 15.00.